Evropiski miðbankin, ECB, hevur gjørt av at lækka leiðandi rentuna.
Hon er lækkað við 0,25 prosentstigum til 3,25 prosent
Hesum boðar miðbankin frá í tíðindaskrivi seinnapartin.
Fráboðanin var væntandi, og ECB lækkaði eisini rentuna bæði í juni og september.
Hon er tó framvegis væl hægri enn fyri nøkrum árum síðani.
Í 2022 var rentan metlág -0,50 prosent, men fyri at fáa tamarhald á inflatiónini eftir innrásina hjá Russlandi í Ukraina, varð hon bumbað upp í 4 prosent.
Nú er toppurin tikin av aftur.
Sambært búskaparfrøðinginum Jeppe Juul Borre frá Arbejdernes Landsbank er tað "hugaligt fyri nógvar húsaeigarar, at rentulækkingar eru á skránni".
- Serliga húsaeigarar við skiftandi rentu eru ávirkaðir av rentuni hjá ECB.
- Næsta rentuásetingin er fyri nýggjár, og her eru útlit fyri enn lægri rentu, stendur at lesa í viðmerking.
Hann væntar, at Danmarks Nationalbank fer at fylgja við og lækka rentuna við tí, sum svarar til 0,25 prosentstig seinni í dag.
/Ritzau/