Eftir 12 ár vil Putin hava nýggja verjumálaráðharra

Putin vilh ava varaforsætisráðharran Andrej Belousov sum nýggjan verjumálaráðharra, upplýsir tjóðartingið.

Eftir 12 ár vil russiski forsetin, Vladimir Putin, hava nýggjan verjumálaráðharra og harvið avloysara fyri Sergej Sjojgu. (Arkivfoto). - Foto: Maxim Shemetov/Reuters

Russiski forsetin, Vladimir Putin, vi skifta verjumálaráðharran út og harvið finna ein avloysara fyri Sergej Sjojgu.

Tað upplýsir russiska tjóðartingið í dag, skrivar Reuters.

Í staðin fyri Sjojgu vil Putin hava varaforsætisráðharran Andrej Belousov í starvið.

Sergej Sjojgu hevur sitið í starvinum síðani 2012.

Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar í 2022, og síðani hava tey bæði londini verið í kríggið hvørt við annað.

Í mars vann Vladimir Putin russiska forsetavalið við stórsigri, hóast tað ikki tók nakran á bóli.

Hann vil framvegis hava Sergej Lavrov sum sín uttanríkisráðharra.

/ritzau/

 

Eftir 12 ár vil russiski forsetin, Vladimir Putin, hava nýggjan verjumálaráðharra og harvið avloysara fyri Sergej Sjojgu. (Arkivfoto). - Foto: Maxim Shemetov/Reuters