– Eg fái gásarhold, hvørja ferð eg hoyri handan Elvis-sangin

Tónleikarin í heita stólinum hjá Sosialinum: Signar í Homrum

Hvørjum lurtar tú mest eftir fyri tíðina?

 

– Ein sangur, sum eg havi lurtað (og hugt) sera nógv eftir í seinastuni, er Daddy Lessons, sum Beyonce framførir saman við Dixie Chicks á CMA í 2016. Tað er ein so heilt ótruliga góð framførsla, at tað blívur man ikki troyttur av at síggja og hoyra. Tað er tað góða við Youtube. Mann dettur um okkurt, mann als ikki visti um :-)

 

Hvørjum lurtaði tú mest eftir fyri sum heilt ungur?

 

– Beatles havi eg altíð lurtað nógv eftir. Men um eg skal nevna ein ávísan bólk, sum eg lurtaði nógv eftir sum heilt ungur, so kemst ikki uttan um Iron Maiden.

 

Hvønn sang kanst tú hoyra umaftur og umaftur, uttan at blíva troyttur av honum?

 

– Teir eru fleiri. "The Long and Winding Road" hjá the Beatles, "The Girl From Yesterday" hjá the Eagles og "You Gave Me a Mountain" hjá Elvis. Honum fái eg gásarhold av, hvørja ferð eg hoyri hann.

 

Er nøkur útgáva, sum tú heldur vera serliga góða?

 

– Tað er øgiliga ringt at siga. Har eru so nógvar øgiliga góðar. Men Sgt. Pepper og Abbey Road hjá the Beatles munnu verða heilt har uppi, har einglarnir syngja.

 

Hvønn sang vildi tú ynskt, tú sjálvur hevði gjørt?

 

– Aftur øgiliga ringt at siga, tí har eru so nógvir. Eg haldi, mann skal bara verða glaður fyri allar teir góðu sangirnar, sum eru skrivaðir, tí teir geva sangskrivarum íblástur til at skriva nýggjar, góðar sangir.

 

LES EISINI: – Sum tannáringur fjeppaðist eg mest við amerikanskt glam

 

LES EISINI: – Góðar plátur kunnu samanberast við eina trírættaða matstkrá

 

LES EISINI: – Eg blívi ongantíð troytt av hesum sanginum

 

LES EISINI: – Sum ungur lurtaði eg allarmest eftir Pantera

 

LES EISINI: – Eg lurtaði eftir øllum frá Selena Gomez til Teitur Lassen

 

LES EISINI: – "Lonesome Town" er ein tann besti skrivaði sangurin

 

LES EISINI: Johnny Cash hevur havt stóra ávirkan á Ólav