Eg stilli upp fyri Sjálvstýri

Við einum hjarta, sum bløðir saman við teimum veiku og minni mentu, og sum samstundis brennur fyri teimum ágrýtnu og virkisfúsu, haldi eg, at tað er gott samsvar millum míni hjartamál og tað, sum Sjálvstýri stendur fyri.

 

Til løgtingsvalið í 1998, bleiv heitt á meg um at stilla upp fyri Sjálvstýri. Eftir eitt sindur av umhugsunartíð – góð 24 ár – havi eg nú gjørt av at taka av. Tá, fyri slakari fjórðingsøld síðani, helt eg meg vera ov ungan og óroyndan. Táið eg spurdi ein eldri mann í bygdini um ráð, helt hann fyri, at best var helst fyrst at fara út í verð, fyri síðani at kunna koma heim aftur við hópin av vitan, til gangs fyri føroyska samfelagið. Sum sagt so gjørt!

 

Við at líta aftur um bak, sær tað út til at vera ”mítt DNA”, at síggja og arbeiða við nýggjum møguleikum, og menning, sum røkkur langt inn í framtíðina. Dømini um hetta ”DNA” eru nógv og ymisk og her eru nakrir møguleikar og mál, sum eg áður havi víst á:

 

  • at føroysk lesandi – eisini uttanfyri DK – kunnu fáa peningarligan stuðul undir lestri
  • at fáa Vágatunnilin til veruleika, saman við m.a. Felagskommunini og Vága Vinnufelag
  • uppskot um ein Suðuroyartunnil fyri 25 árum síðan (t.e. meðan arbeitt varð við Vágatunlinum)
  • varð í 2003 fyrsta starvsfólk  í danskari universitetsfyrisiting, sum tók prógv í ”Patentret”
  • var projektleiðari fyri størstu DK universitetsavtaluni í 2005 millum GE Electric (USA) og AAU (DK)
  • var sum vinnustjóri í Qaasuitsup høvuðsfyrireikari fyri altjóða business ráðstevnuna Arctic Must!
  • setti, sum leiðari fyri Jobcenter Nuuk, met fyri førleikamenning millum ófaklærda arbeiðsmegi
    leiðari fyri nýggjari ferðavinnustrategi í Diskobuktini, sum stjóri fyri vinnu- og menning í 2019

 

Tey flestu dømini omanfyri eru kanska mest viðkomandi fyri ”tey ágrýtnu og virkisfúsu”. Tað svitast tó ikki, at mítt hjarta bløðir saman við teimum, ið ringast eru fyri í samfelagnum. Veruleikin er eisini tann, at tey seinastu trý árini havi eg nærum einans arbeitt við at geva nýggjar møguleikar til borgarar, sum eru komnir illa fyri; eitt nú heimleys menniskju og fólk, ið hava sitið inni fyri eitthvørt ólógligt, sum tey eru dømd fyri at hava gjørt.

 

So um tú vilt hava ein persón valdan inn á Føroya løgting, sum í líka stóran mun hevur vitan um og brennur fyri, hvørjum vit skulu liva av í framtíðini, og hvussu vit skulu taka okkum av okkara veikastu, ja, so er at seta krossin við Sjálvstýri ella meg persónliga.

 

Gott val tit øll!

 

Suni á Dalbø

Valevni á listanum hjá Sjálvstýri