Ein avlastingarskipan til fosturforeldur

Tað er vorðið so vónleyst at verða fosturforeldur at børnum við serligum tørvi í Føroyum, at fleiri velja at blaka handklæði í ringin.

 

Nógv hevur verðið talað um, at manglandi frítíðartilboð til børn við serligum tørvi er ein stórur trupulleiki í dagsins samfelag. Børn verða uppgivin og send av landinum, har eykaumkostningurin er 200-500.000 kr. um mánaðin.

 

Peningur fossar úr landskassanum, tí vit í Føroyum megna ikka at taka okkum av okkara egnu. Hesi børn og ungdómar verða hálað úr teirra gerandisdegi og heimlandi. Hetta er als ikki nøktandi.

 

Einki kann verða at ivast í, at verandi skipan ikki riggar, sum hon skal. Um skipanin er ógreið og ófullfíggjað, verður skili hareftir.

 

At Fosturforeldur ikki kunnu fáa umlætting eitt vikuskifti um mánaðan, er í botn og grund at rætta teirra avrik longutong!

 

Núverandi skipan velur heldur at senda børnini niður til Danmarkar fyri upp til hálva millión krónur um mánaðin, heldur enn at geva eitt tilboð um umlætting. Um fosturforeldur verða avlastað viðhvørt, megna tey í nógv størri mun at hanga í. Hetta má og skal broytast.

 

Tað má bera til at seta eina skipan á stovn, ið er bíligari enn núverandi skipan. Hetta ætli eg at arbeiða við.

 

 

 

Seti kross við Claus Martin í Grund

 

Valevni fyri Sjálvstýrisflokkin