Ein fekk bót fyri at vísa harðligan atburð

Løgreglan hevur verið í býnum bæði í Havn og í norðanfyri í nátt

Seinnapartin í gjár fekk løgreglan boð um ein mann, sum lá avdottin á Býarbókasavninum í Havn. Tá løgreglan kom á staðið og fekk mannin út, var hann komin so mikið fyri seg, at hann kláraði seg sjálvur.

Í nátt hevur løgreglan steðgað fleiri bilum, men einki mál varð skrivað.

Vakthavandi sigur, at heilt fitt av fólki var í býnum, bæði í Havn og norðanfyri. Løgreglan hevur kannað nøkur skeinkistøð, men har var alt í lagi. Eisini var løgreglan úti millum fólk í náttarlívinum. Onkrar ósemjur vóru, har løgreglan fekk steðgað onkrum, sum kundi farið av sporinum. Ein persónur fekk tó bót fyri brot á skilhaldsreglurnar, tí hann vísti harðligan atburð ímóti einum øðrum persóni.

Tá løgreglan kannaði prutl í Havn í gjár vóru tvey mál skrivað. Annar brúkti ikki hjálm, hitt prutlið varð tikið inn til kanningar, tí mistanki er um, at tað kann koyra ov skjótt.

Tá skeinkistøðini stongdu um fýratíðina var skjótt friður í býnum, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.