Spurningin um, hví eg havi valt at stilla upp fyri Tjóðveldi, havi eg fingið mangar ferðir í seinastuni. Summi eru spyrjandi, summi undrandi, summi ilskast og onnur fegnast. Hetta virði eg av heilum hjarta. Íkomna støðan gjørdi, at tað ikki bar til longur at vera í tí flokki, eg kom frá. Tað er sjálvsagt harmiligt, tí hesin flokkur hevur verið mín heimstaður í 20 ár, og er hetta alt annað enn ein løtt støða ella løtt avgerð.
Eg kundi latið vera við at stilla upp aftur, men politikkur er mítt hjartablóð og ikki mítt livibreyð, og eldhugurin er har fyri at gera okkara samfelag til eitt enn betur samfelag at búleikast í. Eg valdi Tjóðveldi, tí Tjóðveldi stendur fyrst og fremst fyri at skipa Føroyar sum eitt sjálvstøðugt land, og Tjóðveldi stendur fyri fólkaræði og rúmligheit, har tað er rúm fyri øllum menniskjum og virðingin fyri tí einstaka at skipa sítt egna lív eftir egnum huga og hjarta.
Tjóðveldi er einasti flokkur, sum veruliga tekur tjóðskaparspurningin í álvara, at vit eiga at skipa okkum sum sjálvstøðugt land, og at tað eru vit føroyingar, ið eiga hetta landið, og tað er tí okkara ábyrgd og skylda at taka okkum av okkara landi og hava ræðið á framtíðini. Hetta er tað, sum er mest umráðandi fyri meg. Eitt sterkt, frítt og rættvíst samfelag er ein fortreyt fyri, at hetta skal eydnast, og tað eru serlig viðurskifti, sum eftir mínum tykki eiga at fáa høga raðfesting í komandi tíðum:
Sjálvberandi búskapur
Skulu Føroyar gerast sjálvstøðugar er fyrsta fortreyt, at vit hava ein sjálvberandi búskap. At vit hava fíggjarligt tamarhald á útreiðslunum er fortreytin fyri øllum øðrum, fyri tjóðskaparmálinum, fyri vælferðini og fyri framtíðar haldførinum í føroyska búskapinum. Vit hava havt søguliga góðar tíðir, men hóast tað er yvirskotið á fíggjarlógini at kalla onki. Hetta er ikki nøktandi. Vit eiga tí at føra ein skynsaman fíggjarpolitikk, har langtíðar ætlanir vera lagdar fyri løgur, rakstur og inntøkur, soleiðis at ráðini eru til at fíggja okkara kjarnuvælferð. Uttan fíggjarligt haldføri letur onki seg gera, tí kassin er ikki botnleysur.
Vinnulig breiðkan og virðisøking
Eitt frælst og stimbandi vinnulív er ein fortreyt fyri einum sterkum búskapi. Vinnan má hava virðiligar karmar til vøkstur og innovatión. Her er fiskivinnan ein avgerandi lykil. Kvotan av uppisjóvarfiski hevur verið søguliga høg, men hava vit fingið nóg nógv burtur úr? Kundu vit havt gangnýtt fiskatilfeingið betur og øðrvísi? Ótryggar tíðir eru úti í heimi, og eigur hetta at tvinga okkum at hugsa øðrvísi. Tað er kapping um rávørurnar, tí heimurin manglar mat.
Arbeiðið á einum fiskavirki í Føroyum í dag er sera svikaligt, tí rávøran manglar í vikuvís, og rakar hetta bæði virki og vanliga arbeiðaran sera meint. Fólk, sum arbeiða á fiskavirkjum kring landið eru knýtt fiskavirkisskipanini hja ALS, men er ongin rávøra er onki arbeiði, og hesi fáa 80 pct av einari vanligari arbeiðaraløn, ið svarar til 32 tímar um vikuna. Vit eiga tí at hugsa øðrvísi og nýtt til tess at tryggja arbeiði til fleiri hendur og tryggja, at okkara rávøra verður øðrvísi gangnýtt kring alt landið.
Føroyingar eru alsamt vorðnir meiri umhugsnir við matoyðsli, at maturin má og eigur at strekkja longur, tí hækkandi prísirnir tvinga okkum til tað. Hetta eigur eisini at vera galdandi fyri fiskivinnuna, at vit virðisøkja tilfeingið og fáa meiri burturúr minni og arbeiði til allar hendur. Hetta økir um inntøkurnar og inntøkumøguleikarnar í einari burðadyggari vinnu, sum eisini gagnar vanliga føroyinginum.
Okkara uttanríkispolitikkur eigur somuleiðis at leggja doyðin á, at vit fáa betur marknaðaratgongd til altjóða marknaðir, og tí skal limaskapur í altjóða handilssfelagsskapin WHO ovast á breddan, har Føroyar verða sjálvstøðugt umboðaðar. Bara vit, føroyingar, vita, hvat er best fyri okkum og okkara land. Ein betri marknaðaratgongd til okkara rávørur, gevur betri vinnuumstøður og fleiri inntøkur til landið, sum skal til fyri at tryggja okkara vælferðartænastur.
Umhvørvi og varandi orka
Umhvørvispolitikkur hevur altíð verið eitt av mínum hjartamálum. Sum innanríkismálaráðharri stóð eg fyri fyrsta uppskoti til samtyktar um føroyskan veðurlagspoltikk í 2009. Hetta er eitt mál, ið liggur mær at hjarta.
Føroyar eru vælsignaðar við varandi orku, vindi, vatni og sjógvi. Vit eiga at gera okkum óheft av oljuni og harvið hækkandi oljuprísunum. Málið má framvegis vera at vit seta øll segl inn fyri at Føroyar gerast grønar í 2030, soleiðis at tað eru vit, íð stýra prísunum, og ikki altjóða oljumarknaðir, sum vit tíverri enn eru bundin at. Vit eiga at skipa soleiðis fyri, at føroysku húsarhaldini megna at leggja um til grøna orku, soleiðis at vit lætta um teirra gerandisdag, samtundis sum tað stiðjar arbeiðið fyri einari grønari framtíð. Vit hava skyldu sum samfelag at hjálpa tí einstaka hart rakta húsarhaldinum, sum í dag merkir sviðjan av ovurstóra oljuprísinum, og gera skipanir, sum kunnu stimbra og eggja og stuðla tí einstaka húsarhaldinum at leggja um til varandi orkukeldur.
Kjarnuvælferðin skal loysast
Onki samfelag hongur saman, um ikki at kjarnuvælferðin virkar. Í løtuni eru stórar avbjóðingar við troti av starvfólkum innan eldraøkið, dagstovnaøkið og heilsuøkið sum heild. Hetta er fremsta uppgáva politiska skipanin má og skal loysa. Komandi 10 árini koma 700 starvsfólk at mangla á vælferðarøkinum, og tí krevur hetta nýggjar loysnir. Vit eiga at tora at stytta arbeiðsvikuna innan hesi øki, geva hesum málbókum eitt veruligt lønarlyft, sum munar, tí virka hesi vælferðarøki ikki, rakar hetta alt samfelagið og føroysku familjuna meint.
Viðurskiftini, ið eru nevnd omanfyri, hanga óloysiligt saman við, hvussu vit kunnu lætta um gerandisdagin hjá føroysku familjuni. Hækkandi prísstøðið og kostnarstøðið, hækkandi rentan, hækkandi oljuprísirnir og teir væntandi hækkandi elprísirnir, sum liggja fyri framman, tyngja føroysku familjuna, og tí krevur hetta nýggjar og øðrvísi loysnir, soleiðis at vit megna at leggja trygdarnet undir føroysku familjuna.
Tann 8 des. fólkaræðisligur valdagur, har veljarin høvi at greiða sín atkvøðu
Gott val øll somul
Annika Olsen,
valevni hjá Tjóðveldi til løgtingtingsvalið