Í tí sambandi varð ein persónur tikin við á støðina at sova rúsin av sær, áðrenn løgreglan fer at práta við tann persónin. Tað snýr seg um, at ein annar persónur er sligin í andlitið, so har verður helst ein skuldseting um tað.
– Men fyrstu mugu vit sjálvandi tosa við partarnar, og tað fingu vit ikki gjørt í nátt, tí hesin persónur var so drukkin, at hann má sova rúsin av sær fyrst, sigur vaktleiðarin.
Hann sigur, at tey hava eisini onnur mál, sum tey skulu fylgja upp uppá í dag, har talan møguliga verður um brot á skilhaldsreglarnar.
Annars vóru eisini aðrar ósemjur, sum ikki fingu so ringar avleiðingar. Boð vóru eitt nú eftir løgregluni til eina ósemju uttan fyri Blábarr, men tann ósemjan varð loyst við at skilja partarnar og senda teir í hvør sína ætt.