Tað hevur verið eitt av teimum friðarligu vikuskiftunum hjá løgregluni, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun. Onkrar fráboðanir um skaða í illveðrinum eru komnar afturat, og tvær ferðir í gjár gjørdi løgreglan málrættað átøk fyri ferðsluna í meginøkinum og í norðurøkinum. Men har varð einki mál skrivað.
Men tá løgreglan í nátt gjørdi málrættað átøk ímóti rúsdrekka- og rúsevnakoyring, varð ein persónur tikin í Havn og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Á Sandi var ein persónur tikin, sum koyrdi bil uttan koyrikort, og í Havn steðgaði løgreglan eini knallert við tveimum persónum uppiá.