Ein lundi verður maskottur til oyggjaleikirnar á Guernsey

Oyggjaleikafyrireikararnir hava avdúkað maskottin til oyggjaleikirnar, ið vera dagarnar 8. til 14. juli

Mynd: BBC Guernsey

Aftaná at hava ligið í korona-dvala vera oyggjaleikirnir aftur á skránni í summar.

 

Hesaferð er ermasundsoyggin, Guernsey vertur fyri oyggjaleikunum, ið vera dagarnar millum 8. og 14. juli.

 

Fyrireikararnir á Guernsey hava nú avdúkað oyggjaleika-maskottin, og tey hava valt ein lunda sum maskott.

 

Navnið á lundanum, ella maskotinum verður Jethou ella bara Jet.

 

Hetta er triðju ferð Guernsey er oyggjaleikavertur. Fyrstu ferð var í 1987, og aðru ferð var í 2003. 

 

##med2##

 

 

 

Mynd: BBC Guernsey