Ein skotin til deyða og tvey sært í Stokkhólmi

Tríggir persónar í 20'unum eru skotnir í syðra parti av Stokkhólmi. Ein av teimum er deyður av løstunum.

Ein persónur er í gjárkvøldið skotin til deyða, og tveir aðrir eru særdir av skotum í syðra parti av svenska høvuðsstaðnum, Stokkhólmi.

Allir tríggir persónarnir, sum eru raktir, eru í 20'unum. Ein teirra er illa særdur, meðan hin bara hevur fingið lættari skotsár.

Tað upplýsir svenska løgreglan sambært svensku tíðindastovuni TT tíðliga í morgun, eftir at fyrstu tíðindini bórust um stóran skotbardaga og nógv løgreglufólk í býarpartinum Rågsved bórust stutt eftir midnátt.

Talsmaðurin hjá svensku løgregluni, Mats Eriksson, kundi í hesum sambandi siga, at løgreglufólk í stórum tali vóru farin á staðið.

– Vit hava funnið tríggjar persónar, sum eru komnir illa til skaða, segði hann.

Teir tríggir raktur fingu allir fyrstuhjálp frá løgregluni, tá hon kom á staðið.

Aftaná fór fram eitt stórt løgreglutiltak á staðnum. Løgreglan upplýsti tíðliga í morgun, at tilsamans fimm persónar eru handtiknir í sambandi við skottilburðin.

Enn er ikki greitt, um teir eru skuldsettir fyri nakað.

Heldur ikki er greitt, um talan er um eina uppgerð í brotsmannaumhvørvinum í Stokkhólmi.

Men Mats Eriksson segði í nátt við svenska blaðið Aftonbladet, at talan var um stór løgreglulið í økinum.

– Har vóru nógv løgreglufólk. Eg havi ikki talt, hvussu nógv. Men nú skulu vit eisini hava teknikarar á staðið, segði hann.

Ein íbúgvi í økinum sigur við Aftonbladet, at viðkomandi sat og hugdi í sjónvarp í íbúð síni, tá skotbardagin byrjaði.

– Eg hoyrdi, at talan ikki var um fýrverk, men at tað ljóðaði sum skot úr skambyrsu, segði vitnið.

– Eg lat hurðina út á svalan upp, og so var tað ein øgiligur larmur, og eg hoyrdi merkilig skríggj. Eg ringdi 112, me so sá eg, at løgreglan kom rættiliga skjótt.

Vitni, sum er ónevnt í Aftonbladet, sigur harumframt, at har komu tvær tyrlur, sum flugu runt í økinum.

– Onnur fleyg rættiliga høgt, og hin lágt. Onnur, sum var ein læknatyrla, lendi og fór avstað aftur.

/ritzau/