Hernaðarmyndugleikarnir í Ukraina vita í nátt at siga, at ein ukraini hevur latið lív í einum russiskum álopi á ukrainska býin, Mykolajiv.
Býurin liggur har suðuri í Ukraina, einari 70 kilometrar í ein útnyrðing úr býnum, Kherson.
- Fleiri eru særd, og nøkur av teimum særdu eru illa løstað, veit Mykolajiv-guvernørurin, Vitalii Kim, at siga á boðtænastuni, Telegram.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í nátt.