Vit brúka tað hvønn dag. Tá vit koyra bil, keypa inn, spæla spøl, samskifta við vinir og familju, deila upplýsingar frá telefonini ella keypa ein pakka úr Kina, spælir KT ein týðandi leiklut.
Kunningar- og samskiftistøkni er allastaðni og er ein inngrógvin partur av okkara lívi og gerandisdegi, og hetta fer bara at vinda upp á seg. Nógv av tí hava vit beinleiðis samband við, men tað er eisini nógv tøkni, sum arbeiðir fyri okkum hvørt sekund, uttan at vit vita av tí ella geva okkum far um tað.
Tað eru sera nógvir fyrimunir við kunningartøkni. KT-skipanir kunnu gera vinnulívið meira effektivt, lætta um samskiftið millum tað almenna og borgaran og gera sambandið millum útbjóðarar og eftirspyrjarar av einari tænastu lættari. KT hevur eisini ein ovurhondsstóran undirhaldsmarknað. Og KT fer bara at vaksa sum vinnugrein kring heimin. KT verður nýggjasta ídnaðarkollveltingin. Hesuferð skulu Føroyar ganga fremst í kollveltingini.
KT-vinnan skal vaksa sum vinnugrein í Føroyum. KT-vinnan krevur lítið og onki náttúrutilfeingi og hevur ein altjóða marknað. Møguleikarnir eru tískil at kalla óavmarkaðir. Og førleikarnar hava vit longu.
Tað er ein rúgva av dugnaligum fólkum í Føroyum, sum arbeiða við KT. Men tey eru bert 2,6% av føroysku arbeiðsfjøldini. Tað er alt í verðini ov lítið og eigur at vera nógv meira í framtíðini.
Aftanfyri alla tøkni liggur eitt undirstøðukervi, sum skal viðlíkahaldast og mennast. Aftanfyri hvørja vøru og tænastu, sum stendur okkum í boði, eru ein ella fleiri fyritøkur, sum menna og røkja hesar loysnirnar. Hetta kann tískil merkja hundratals góð arbeiðspláss fyri føroyskar familjur, og eitt kempustórt útflutningsvirði, um vit velja at satsa upp á eina stóra og sterka KT-vinnu í Føroyum. Tað halda vit í Framsókn, at vit skulu gera.
Vit hava sæð góð dømi um verkætlanir, ið skulu stimbra áhugan í KT-vinnuni og skulu menna hana í Føroyum. GameJam er ein Workshop, sum mennir telduspøl, og almenna verkætlanin, Talgildu Føroyar, leggur seg eisini eftir at brúka og førleikamenna føroyska arbeiðsmegi.
Vit hava fleiri dugnalig fólk í Føroyum, sum arbeiða við KT, men vinnan kann og skal verða ein nógv størri partur av búskapinum í framtíðini. Í Føroyum er KT-vinnan bert 2,5% av BTÚ. Hetta eigur at vera væl hægri í framtíðini. Vit skulu miða eftir at fýrfalda hetta talið til 10% áðrenn 2030!
KT-vinnan ber við sær vælútbúna arbeiðsmegi. Virðisskapanin svimur ikki í sjónum og liggur heldur ikki í undirgrundini. Hon liggur millum oyrini hjá teimum talentríku og klóku høvdunum, sum í dag í alt ov stóran mun leita sær útbúgving og arbeiði aðrastaðni enn í Føroyum. Vit mugu venda gongdini, soleiðis at tað verður spennandi og mennandi at arbeiða við KT í Føroyum.
Vit eiga syrgja fyri at kvinnur í størri mun síggja møguleikar í at fara í eina yrkisleið innan KT. Kvinnur eru sterkt undirumboðaðar, og har við missa vit ein stóran part av samlaða talentmassanum. Her hava útbúgvingarstovnarnir eina serliga uppgávu.
Vit mugu raðfesta KT-útbúgvingar nógv hægri, menna íverksetaraumhvørvi og fíggingarmøguleikarnar. Harafturat eiga vit at førleikamenna okkara ungdóm innan KT nógv fyrr enn vit gera í dag fyri at stimbra teirra áhuga í hesi alsamt vaksandi vinnugrein.
Tí eiga okkara ungu at fáa ein grundleggjandi kunnleika til KT longu í fólkaskúlanum. Forritan í fólkaskúlanum kann stimbra áhugan hjá teimum ungu at velja sær eina yrkisleið innan hetta økið, sum bara fer at vaksa. Vitan um og førleikin at handfara KT eru eftirhondini eisini ein spurningur um grundleggjandi alment dannilsi.
Eisini mugu vit hava greiðar mannagongdir fyri almenna nýtslu av KT. Vit skulu hava ein felags útboðspolitikk fyri land og kommunur.
Harafturat skulu økir innan talgilding og KT - eitt nú Talgildu Føroyar og KT-landsins verða undir einum felags talgildingarstýri.
Vaktrarforum hevur annars júst gjørt eitt nýtt álit innan KT-vinnu í Føroyum. Í álitinum eru ein rúgva av góðum hugskotum. Eisini hevur vinnan góð boð uppá, hvat kann bera okkum fram á leið. Nú skal politiska skipanin í arbeiðshandskarnar og fremja tær broytingar, ið eru neyðugar fyri at menna okkara KT-vinnu til at møta nýggjastu ídnaðarkollveltingini.
Tað er bert ein spurningur um politiskan vilja. Ein vilja, sum vit í øllum førum hava í Framsókn.
Bjarni Kárason Petersen, valevni fyri Framsókn