Eingin fótbóltur við Margáir

1 DEILD: Tað er ov nógvur vindur hjá EB/Streymi og B36 at spæla í dag

Skráin sigur, at næstbestu liðini hjá EB/Streymi og B36 skulu spæla landskappingardyst við Margáir nú seinnapartin. Fyrsta bríksl skuldi vera klokkan 14.30, men tað var av ongum. Útnyrðingsvindurin við Margáir er ov nógvir. Í hvirlunum er tað upp ímóti 25 metrum um sekundið, og tað er ov nógv at spæla fótbólti í.

 

Tað er altíð dómarin, sum í sovornum førum hevur síðsta orðið. Dómari við Margáir í dag varð Áki Leitisstein Hansen settur at vera.