Øll hava rætt til eitt heim. Tað er av grundleggjandi týdningi at hava eitt heim, sum er gott at vera í. Í Føroyum hava vit langa siðvenju at byggja okkum eitt heim.
Hesum fari eg at arbeiða fyri.
Í alt ov langa tíð hevur tað verið nærum ógjørligt hjá vanligum løntakarum og ungum at seta búgv ella at byggja síni egnu hús. Soleiðis eigur tað ikki at vera!
Tað skal bera til at byggja hús á bygd sum í bý, eisini har, peningastovnarnir ikki halda tað loysir seg. Her skulu vit bjóða peningastovnunum av. Tað gera vit møguligt, um Bústaðir aftur fer at virka sum tann stovnurin, ið gav øllum føroyingum kring landið fígging at seta føtur undir egið borð.
Vit skulu hava fjølbroyttari bústaðarmarknað. Leiguíbúðirnar, ið nú eru vorðnar alsamt vanligari, eru ein fongur í búsetingini, og hesar skulu gerast nógv fleiri.
Og bæði lestraríbúðir og ungdómsíbúðir skulu byggjast kring landið, tí tað eigur ongantíð at verða tørvurin á ungdómsbýli, ið ger, at ungdómar flyta av landinum. Ung lesandi skulu kunna leiga lestraíbúðir, og síðan skal møguleiki verða at fáa eina ungdómsíbúð; og harnæst skulu tey hava góðar karmar at fara undir egnan bústað. Og í eldra endanum skulu vit aftur fara at veita bjálvingarstuðul til pensjonistar.
Føtur undir egið borð -við skili, siga vit í Tjóðveldi!
Óluva Klettskarð,
X við E