ES-tingið hevur trupult við at fremja javnstøðu millum kynini. Kortini er kvinnuumboðanin á tingi minkað nakað í mun til valið í 2019.
Tað boðaði ein talsmaður fyri ES-tingið frá týsdagin.
ES-tingið er savnað í Strasbourg fyri millum annað at velja nýggjan forseta í tinginum.
Við valið í 2019 vóru 751 tinglimir, tí Bretland var eisini við. Tá vóru 40 prosent av valdu limunum kvinnur.
Við valið í 2024 er ES tingið minkað niður í 720 tinglimir. Lægri talið av valdum kemst av, at Bretland er farið úr samveldinum.
Av valdu limunum í 2024 eru 39 prosent kvinnur, sigur talsmaðurin fyri ES-tingið.
Men tá tað kemur til hægsta álitissessin í tinginum, so fer hann til eina kvinnu.
Í dag atkvøður ES-tingið um formanssessin, og her eru bert kvinnulig valevni.
Valið stendur millum núverandi forsetan, Robertu Metsola, og kappingarneytan hjá vinstravonginum í tjóðartinginum, sponsku Irene Montero.
ES tingið roknar ikki limatalið við etniskari bakgrund. Tí ber ikki til at vita, um tjóðskaparligir minnilutar hava verið betri umboðaðir á valinum.
Sambært talsmanninum fyri ES-tingið eru 54 prosent av teimum valdu vald á fyrsta sinni.
Miðalaldurin á tinglimum er 50 ár. Elsti limurin er 77 ár, meðan yngsti limurin er 23 ár.
ES-tingið er sum heild í fokus hesa vikuna.
Umframt at velja sín egna forseta skal tingið hósdagin atkvøða um Ursulu von der Leyen til forkvinnusessin í ES-nevndini.
Her skal Ursula von der Leyen savna ein avgjørdan meiriluta við 361 av teimum 720 limunum. Annars skulu ríkis- og stjórnarleiðararnir í ES-londunum stilla upp eitt nýtt valevni, sum síðani skal royna at savna meirilutan í tinginum.
/ritzau/