Myndir: Rasmus Olsen

Eldurin byrjaði longu inni í tunlinum

- Førarin á vogninum, sum flutti gravmaskinuna gjøgnum Kollafjarðartunnilin, náddi akkurát at koyra út úr tunlinum við maskinuni, sigur løgreglan.

 

Myndir: Rasmus Olsen

Í gjár var eldur í einari gravmaskinu, sum stóð og brendi og gav nógvan royk frá sær í busslummanum norðan fyri Kollafjarðartunnilin.

 

Meðan eldur var í, gjørdist maskinan so heit, at vandi var fyri, at dekkini fóru at spreingjast, og tá er tað ikki gamansleikur, tí her er eitt øgiligt lufttrýst.

 

Eitt av dekkunum sprongdist, meðan maskinan stóð og brendi, og dekkið endaði sambært løgregluni einar 30 metrar uppi í haganum.

 

Men tað, sum hendi í gjár, tá eldur kom í gravmaskinuna, kundi verið so nógv verri, enn tað var, tí eldurin kyknaði longu, meðan maskinan var inni í tunlinum.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at maskinan varð flutt gjøgnum Kollafjarðartunniin á einum vogni, og tað var longu, meðan vognur og maskina vóru inni í tunlinum, at eldurin kyknaði.

 

- Førarin, sum flutti vognin við maskinuni, náddi júst at koyra út úr tunlinum, áðrenn eldurin veruliga fór at gera um seg, og hann setti vognin við maskinuni frá sær og slapp sær úr vandanum.

 

Løgreglan sigur, at gravmaskinan kolaðist upp. Hví eldurin í maskinuni kyknaði, veit løgreglan ikki at siga í løtuni, men málið verður kannað.

 

- Støðan hevði sjálvsagt verið ein heilt onnur, um eldurin veruliga fór at gera um seg, meðan gravmaskinan enn var inni í tunlinum, leggur vaktleiðarin aftrat.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

 

 

 

 

Myndir: Rasmus Olsen