Elias var heilt magiskur

Føroyski landsliðsspælarin var stóri munurin, tá ið Sävehof á útivølli vann fyrstu SM finaluna

Í kvøld hevur Sävehof við Óla Mittún og Elias Ellefsen á Skipagøtu á liðnum vunnið fyrstu av fimm finalum um meistaraheitið í svenskum hondbólti. Finalurnar eru ímóti Kristianstad, og onnur finalan verður mánakvøldið í Partille Arena í Göteborg, har Sävehof eigur heimavøll.

 

Úrslitið í kvøld var 34 – 29 til Sävehof, og millum serfrøðingar í svenskum hondbólti er eingin ivi um, hvør var heilt stóra orsøkin til, at Sävehof vann.

 

-Tað var Elias Ellefsen á Skipagøtu. Avrikið hjá honum var í serflokki. Ja, hann var heilt magiskur, segði viðmerkjarin í sjónvarpinum, og á føroyskum ber til at umseta útsøgninga hjá serfrøðinginum við, at avrikið hjá føroyska landsliðsspælaranum var meiri enn tað eigur at verða roknað við, at ein 21 ára gamal føroyskur drongur megnar í finalu um svenska meistaraheitið.

 

-Elias er maðurin aftanfyri 7-8 tey fyrstu málini hjá Sävehof, og tað er hann, sum vinnur dystin. Hann skoraði fýra mál, og hann legði beinleiðis upp til átta mál.

 

Samantalt skoraði Elias Ellefsen á Skipagøtu 5 mál, og hann átti upplegg til 8 mál. Óli Mittún skoraði 3 mál, og hann átti upplegg til 2 mál.

 

Hóast framúr avrikið og sigurin á útivølli, so hevði Elias Ellefsen á Skipagøtu bæði beinini á jørðini, tá ið hann eftir dystarlok í Kristianstad hitti pressuna, sum flokkaðist um føroyska landsliðsspælaran og stóru stjørnuna hjá Sävehof:

 

-Tað var tungt hjá okkum í løtum í kvøld, men úrslitið sigur, at vit vunnu, so tað er á góðari leið. Eg eri ovurfegin, men vit eru sjálvandi tilvitaðir um, at hetta var bara fyrsti av fimm finaludystum, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu.

 

Og so eigur at verða lagt aftrat, at málverjin hjá Sävehof var framúr í kvøld. Simon Möller bjargaði 21 ferðir.