Elias var í stórformi tá Sävehof vann seg í meistaraskapsfinalurnar

Sävehof vann tíggjumálssigur á Ystad í triðu hálvfinaluni í endaspælinum um svenska meistaraheitið

Elias Ellefsen á Skipagøtu, Óli Mittún og liðfelagar teirra í Sävehof skulu spæla finalur um svenska meistaraheitið í hondbólti.

 

Sävehof vann í kvøld stórsigur 37-27 á Ystad í Partille í triðu hálvfinaluni. Sävehof vann hálvfinaluuppgerðirnar samlað 3-0.

 

Í steðginum var Sävehof á odda 17-12. 

 

Elias var í stórformi í kvøld. Hann gjørdist toppskjútti hjá Sävehof við átta málum og legði upp til níggju onnur mál. Hann var greitt MEP (Most effective Player) í kvøld.

 

Óli smæddist ikki burtur og skoraði tvey mál og legði upp til tvey mál í kvøld, sambært hagtølunum.

 

Sävehof møtir antin Hammarby ella Kristianstad í finalunum. Kristianstad er á odda 2-1 aftaná tríggjar uppgerðir. Liðini spæla fjórðu hálvfinaluna í Stokkhólmi í annaðkvøld.

 

Elias gjørdist steypavinnari við Sävehof í fjør, og vann meistaraheitið í 2021, og fær nú møguleikan at enda tíðarskeiðið í Sävehof væl. 

 

Fyri stuttum gjørdist Óli svenskur U18-meistari við Sävehof.