EM-lutakast: Krogh og Jónas ynska Ísland - Helgi ynskir Noreg

(EM) Her eru londini, Peter Krogh, Jónas G. Djurhuus og Helgi H. Hoydal ynska at møta í EM-endaspælinum í Týsklandi í januar 2024

Í morgin klokkan 16.45 verður hátíðarstund hjá føroyskum hondbólti og hjá føroyskum ítrótti. 

 

Tá verður EM-lutakastið í Düsseldorf í Týsklandi, har vit skulu parast við trý onnur lond í einum innleiðandi bólki. 

 

Føroyar eru saman við Montenegro, Sveis, Rumenia, Grikkalandi og Georgia í tí fjórða og niðasta styrkisbólkinum.

 

Fýra norðurlond eru í ovasta styrkisbólkinum Norðurlond eru sterk í hondbólti, og sannlíkindini fyri, at vit koma í bólk við eitt norðurland eru rættiliga stór. Í ovasta styrkisbólkinum eru bæði Danmark, Svøríki, Ísland og Noreg. Hini bæði liðini í ovasta styrkisbólkinum eru Spania og Frakland. Í næstovasta styrkisbólkinum eru Týskland, Niðurlond, Ungarn, Slovenia, Portugal og Eysturríki. Í triðja styrkisbólkinum eru Kroatia, Póland, Kekkia, Serbia, Norðurmakedonia og Bosnia Hersogovina. Longu nú er staðfest, at Ísland verður í bólki C, og fer at spæla sínar bólkadystir í München. Noreg verður í bólki D, og fer at spæla sínar bólkadystir í Berlin. Svøríki verður í bólki E, og fer at spæla sínar bólkadystir í Mannheim. Danmark verður í bólki F, og fer at spæla sínar bólkadystir í olympisku høllini í München.

 

Spurdur hvønn hann ynskir at vera í bólki saman við svarar Peter Krogh, at tað er torført val, men nú tá hann er noyddur at peika á trý lið ynskir hann sær: úr ovasta styrkisbólkinum: Ísland, og síðani Eysturríki og Kekkia.

 

Jónas G. Djurhuus er samdur við tveimum triðingum av tí Peter Krogh ynskir. Jónas ynskir sær Ísland, Eysturríki, og Norðurmakedonia sum mótstøðulið úr triðja styrkisbólkinum.

 

Ynskini hjá Helga H. Hoydal fella ein heilt annan veg. Helgi sum eigur nógv tøk í norskum hondbólti ynskir Noreg úr ovasta styrkisbólkinum, síðani Niðurlond og úr triðja styrkisbólkinum, Bosnia.