EM-lutakast: Leivur ynskir Ísland - Pætur ynskir Danmark

(EM) Her eru liðini Leivur Mortensen og Pætur Mikkjalsson ynska at koma í bólk saman við til EM-endaspælið í Týsklandi í januar

Í morgin klokkan 16.45 verður hátíðarstund hjá føroyskum hondbólti og hjá føroyskum ítrótti. 

 

Tá verður EM-lutakastið í Düsseldorf í Týsklandi, har vit skulu parast við trý onnur lond í einum innleiðandi bólki. 

 

Føroyar eru saman við Montenegro, Sveis, Rumenia, Grikkalandi og Georgia í tí fjórða og niðasta styrkisbólkinum.

 

Fýra norðurlond eru í ovasta styrkisbólkinum Norðurlond eru sterk í hondbólti, og sannlíkindini fyri, at vit koma í bólk við eitt norðurland eru rættiliga stór. Í ovasta styrkisbólkinum eru bæði Danmark, Svøríki, Ísland og Noreg. Hini bæði liðini í ovasta styrkisbólkinum eru Spania og Frakland. Í næstovasta styrkisbólkinum eru Týskland, Niðurlond, Ungarn, Slovenia, Portugal og Eysturríki. Í triðja styrkisbólkinum eru Kroatia, Póland, Kekkia, Serbia, Norðurmakedonia og Bosnia Hersogovina. Longu nú er staðfest, at Ísland verður í bólki C, og fer at spæla sínar bólkadystir í München. Noreg verður í bólki D, og fer at spæla sínar bólkadystir í Berlin. Svøríki verður í bólki E, og fer at spæla sínar bólkadystir í Mannheim. Danmark verður í bólki F, og fer at spæla sínar bólkadystir í olympisku høllini í München.

 

Spurdur hvønn hann ynskir at vera í bólki saman við svarar Leivur Mortensen: - Eg vil koma í bólk saman við Íslandi, Niðurlondum og Norðurmakedonia. Sostatt hellir Leivur til sama land úr styrkisbólki 1 sum meirilutin av leikarunum ynska, nevnliga Ísland. 

 

Pætur Mikkjalsson, ið júst hevur vunnið næstbestu svensku hondbóltsdeildina við AMO, og hevur spælt við KA í Íslandi ynskir hvørki Svøríki ella Ísland úr ovasta styrkisbólkinum: - Eg ynski Danmark, Slovenia og Bosnia, sigur Pætur.