Fyrsti ferð tað hendi undir dystinum í innleiðandi EM-bólki F millum Portugal og Turkaland í Dortmund farna leygardag var tað hendiligt, og 10 ára gamli drongurin, Berat slapp við einari ávarðing fyri at renna inn á vøllin fyri at taka eina "selfie" saman við heimsstjørnuni, Cristiano Ronaldo.
Cristiano Ronaldo var í hesum førinum við upp á tað, og 10 ára gamli Berat fekk eitt ótrúligt minnið fyri lívið.
Men so bleiv tað tann reini sjónleikur. Heili fimm vaksnir - á pappírinum, ið hvussu er - persónar runnu inn á vøllin fyri at taka eina "selfie" saman við Ronaldo, og hvørja ferð bleiv dysturin steðgaður. Ronaldo sum dugdi at bera yvir við einum 10 ára gomlum dreingi helt ikki, at hetta var nakað at standa model til, og nú ætlar evropeiska fótbóltssambandið, UEFA, at slíkt ikki sleppur at endurtaka seg undir EM-endaspælinum.
Meðan 10 ára gamli Berat, grundað aldurin sleppur við einari ávarðing, so sleppur eingin av hinum fimm selfie-veiðumonnunum aftur til dyst undir EM-endaspælinum í Týsklandi. Haraftrat vera hesir fimm o.a. sum ætla at gera tað sama meldaðir til týsku løgregluna fyri at fara inn á eitt økið, ið er strangliga bannað at fara inn á.
##med2##