EM24: Pólland fekk eitt bíligt pláss

EM24: Við sigri á Eslandi og eftir brotssparkskapping móti Wales vann Pólland sær pláss í endaspælinum

Mynd: Janek Skarzynski/AFP/Ritzau Scanpix

Tað var upp á hangandi hár, at Pólland megnaði at vinna seg víðari til EM-endaspælið. Póllendingar blivu nummar trý í undankappingarbólkinum hjá Føroyum – aftanfyri Albania og Kekkia.

 

Kortini eydnaðist tað Póllandi at vinna seg til EM-endaspælið við at vinna sær eitt pláss gjøgnum Nations League-kappingina. Her vann Pólland 5-1 á Estlandi í hálvfinaluni og eftir brotsspørk móti Wales í finaluni.

 

Órógv

 

Tað hevur verið órógv rundan um pólska landsliðið í eina tíð. Tá Føroyar møttu teimum í Póllandi í undankappingini mátti stóra stjørnan, Robert Lewandowski, bjóða liðfeløgunum til nátturða fyri at slætta sjógvin. Pólland vann dystin móti Føroyum 2-0, men tað var við góðari hjálp frá dómaranum, ið valdi at døma eitt tunt brotsspark stutt fyri tíð. Stemningurin á teimum gott og væl hálvt hundrað túsund áskoðarunum var ikki góður.

 

Stutt seinni bleiv fyrrverandi portugisiski landsliðsvenjarin og EM-vinnarin Fernando Santos koyrdur. Í dag eitur venjarin Michal Probierz. Hann er fyrrverandi U21-landsliðsvenjari við góðum úrslitum. Hann er mest kendur fyri at vinna pólsku steypakappingina við smærri feløgum sum Jagiellonia Bialystok og MKS Cracovia.

 

Seinasti kjansurin hjá Lewa

 

Pólland skal framvið serliga Fraklandi og Hollandi, um teir skulu víðari. Tað ber enn til við spælarum sum Wojciech Szczesny í mál, Jakub Kiwior í verjuni, Piotr Zielinski á miðjuni og Robert Lewandowski í álopinum.

 

Hetta verður møguliga seinasta endaspælið hjá 35 ára gamla Robert Lewandowski. Hann er helst størsta stjørnan, sum polskur fótbóltur nakrantíð hevur fostrað. Áleyparin tykist hava funnið málformin við FC Barcelona í seinastuni, so kanska hann kann ganda Pólland víðari. Tey eru fá, sum vænta at Pólland kemur at gera um til EM-endaspælið.

 

Føroyar hava spælt móti Póllandi fimm ferðir. Tríggir teir fyrstu vóru venjingardystir og tveir teir seinastu vóru til EM 2024-undankappingina. Pólland hevur vunnið allar dystirnar. Í løtuni spælir Andrias Edmundsson við pólska felagnum Chojniczanka Chojnice.

 

Hópurin:

 

Málverjar:

 

Marcin Bulka (Nice)

 

Lukasz Skorupski (Bologna)

 

Wojciech Szczesny (Juventus)

 

​Verjuspælarar:

 

Jan Bednarek (Southampton)

 

Bartosz Bereszynski (Empoli)

 

Pawel Dawidowicz (Verona)

 

Jakub Kiwior (Arsenal)

 

Tymoteusz Puchacz (Kaiserslautern)

 

Bartosz Salamon (Lech Poznan)

 

Sebastian Walukiewicz (Empoli)

 

Miðvallarar:

 

Przemyslaw Frankowski (Lens)

 

Kamil Grosicki (Pogon Szczecin)

 

Jakub Moder (Brighton)

 

Jakub Piotrowski (Ludogorets)

 

Taras Romanczuk (Jagiellonia Bialystok)

 

Michal Skóras (Club Brugge)

 

Bartosz Slisz (Atlanta United)

 

Damian Szymanski (AEK Athen)

 

Sebastian Szymanski (Fenerbahce)

 

Kacper Urbanski (Bologna)

 

Nicola Zalewski (Roma)

 

Piotr Zielinski (Napoli)

 

Álop:

 

Adam Buksa (Antalyaspor)

 

Robert Lewandowski (Barcelona)

 

Krzysztof Piatek (Basaksehir)

 

Karol Swiderski (Verona)

 

Venjari: Michal Probierz (Pólland)

 

Skráin:

 

Pólland – Holland (Sunnudagin 16.juni klokkan 14)

 

Pólland – Eysturríki (Fríggjadagin 21.juni klokkan 17)

 

Frakland – Pólland (Týsdagin 25. juni klokkan 17)

 

Mynd: Janek Skarzynski/AFP/Ritzau Scanpix