Endaði á takinum í Kaldbaksbotni

- Vit vita ikki, hvør orsøkin til óhappið var, men illgruni er ikki um rúsdrekka, veit løgreglan at siga í morgun.

 

Í gjár klokkan 14.40 hendi eitt ferðsluóhapp uttan fyri tunnilsmunnan í Kaldbaksbotni.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at talan var um eitt solo-óhapp, har førarin helst hevur mist tamarhaldið á bilinum.

 

- Bilurin fór út av vegnum og endaði á takinum, og førarin varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.

 

Løgreglan heldur tó ikki, at talan var um álvarslig likamlig mein, men her var materiellur skaði.

 

- Vit vita í løtuni ikki, hvør orsøkin til óhappið var, men Illgruni var ikki um rúsdrekka.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tey fara at avhoyra bilføraran og royna at fáa greiði á, hví óhappið hendi.