Í kjakinum um at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land siga sambandsfólk mangan, at verandi ríkisrættarliga støða skapar tryggleika.
Men eg haldi, tey fara skeiv, tí sambært heimastýrislógini hava Føroyar onki ræði á uttanríkispolitikki, onki ræði á verjumálum og onga viðurkenning sum tjóð millum aðrar tjóðir.
Hetta hevur við sær, at tá Føroyar uttanríkispolitiskt vilja flyta seg ein veg, sum Danmark ikki tekur undir við, leggur Danmark seg í vegin fyri føroyskum áhugamálum. Er tað trygt?
Hetta hevur eisini við sær, at tá NATO biður um ein radara í Føroyum, tekur Danmark avgerðina yvir høvdið á føroyingum, og føroysk fjøll verða brúkt sum danskt aktiv í NATO. Er tað trygt?
Í teirri trygdarpolitisku støðu, sum hevur tikið seg upp, er danska forsætismálaráðið farið at siga, at yvirtikin málsøkir í Føroyum kunnu takast aftur til Keypmannahavnar. Er tað trygt?
Danski staturin ógildaði fyri nøkrum árum síðan eina avtalu, sum Føroyar gjørdu við Ísland, tí staturin var ikki uppií. Vit kundu ikki gera avtalu við okkara egnu grannar. Var tað trygt?
Føroyar kundu sum sjálvstøðugt land verið í felagsskapi við 193 øðrum londum í ST, men eru bara í sonevndum felagsskapi við tvey onnur lond, Danmark og Grønlandi. Er tað frælsi?
Blokkstuðulin hevur leingi verið fastfrystur, og hann er nú bara 3 prosent av okkara BTÚ. Vit tjena meira fyri hvønn íbúgva enn danir, tí vit skapa støðugt størri framburð. Kennist tað ikki trygt?
Tann tryggasta leiðin fyri Føroyar er tjóðskaparleiðin, har vit taka fulla ábyrgd av okkara egnu viðurskiftum. Tá ráða vit øllum, vita tað mesta og gjalda fyri okkara egnu vælferð.
Tá er gøtan eisini greið til limaskap í ST, og vit gera sjálv av, hvørji samstørv vit menna við onnur lond, um so talan er um fiskivinnu, handilsmál, verjumál ella ítrótt á olympiskum stigi.
Tað er tann trygga leiðin at ganga.
Magni Arge,
valevni hjá Tjóðveldi