Erdogan afturvaldur til forseta í Turkalandi

Nú sløk 99 prosent av atkvøðunum eru taldar stendur Erdogan til at fáa 52 prosent av atkvøðunum, vísa uppteljingar frá tíðindastovu

 

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, á valdegnum. - Foto: Murad Sezer/Ritzau Scanpix

Tá 98,94 prosent av atkvøðunum vórðu taldar er Recep Tayyip Erdogan á odda við 52,07 prosentum av atkvøðunum á dagsins forsetavali í Turkalandi.

Andstøðuleiðarin Kemal Kilicdaroglu hevur tingið 47,93 prosent.

Tað vísir uppteljing hjá statsligu turkisku tíðindastovuni Anadolu.

– Vinnarin á á valinum eru allar 85 milliónir íbúgvarnir. Eg takki Gudi fyri, at hann hevur givið mær fylgissveinar sum tykkum, sigur Erdogan í eini røðu til viðhaldsfólk, nú afturvalið er við at gerast vist.

– Eg vóni, at eg kann liva upp til tykkara álit.

Erdogan legði út við eini leiðslu upp á góð 56 prosent, men hendan leiðsla tódnaði, sum uppteljingin leið.

Ein onnur turkisk tíðindastova – Anka – hevði í fyrstuni Kilicdaroglu á odda í sínari uppteljing. Men eisini har vendi tað til ein leiðslu hjá Erdogan.

Anka lýsir seg sum óhefta, men lenar seg meira ímóti andstøðuflokkinum CHP.

Ahmet Yener, sum er formaður í Turkiska evsta valmyndugleikanum, YSK, segði um hálvgum seks tíðina okkara tíð, at 75,42 prosent av atkvøðunum vórðu alment skrásettar.

Erdogan hevur í almennu uppteljingini eina føring við 53,41 prosentum, meðan Kilicdaroglu tá hevði fingið 46,59 prosent av atkvøðunum.

Tað tekru vanliga longri tíð hjá valmyndugleikanum at skráseta atkvøðurnar, tí tað er tað síðsta, sum hendir eftir uppteljingina.

Frammanundan varð hildið, at Erdogan var favorittur at vinna seinna valumfar. Ikki minst eftir at nummar trý frá fyrra umfarið, Sinan Ogan, heitti á sínar veljarar um at geva Erdogan stuðulin.

Men tað var væntað, at leiðslan hjá Erdogan fór at tódnað, so hvørt sum atkvøðurnar vórðu taldar í størru býunum í Turkalandi.

Undan fyrra umfarið 14. mai bendu veljarakanninga á sigur til Kilicdarglu.

Tí var úrslitið eitt sjokk fyri mong. Erdogan fekk 49,5 prosent av atkvøðunum, meðan Kilicdaroglu fekk sløk 45 prosent.

Í fyrra valumfari fekk Kilicdaroglu flestar atkvøður í økjunum king milliónbýin Istanbul og høvuðstaðin Ankara eins og í eystara partri av landinum og stórt sæð øllum økjum móti Miðarhavinum.

Restin av Turkalandi eins og størsti parturinav av teimum fýra millónum turkarum, sum búgva uttanlands, valdu Erdogan.

Valluttøkan er sambmært Anadolu 85,52 prosent. Tað er lægri enn á fyrra valumfari, har hon var 88,84 prosent.

/ritzau/

 

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, á valdegnum. - Foto: Murad Sezer/Ritzau Scanpix