Erdogan missir leiðsluna: Seinna valumfar sannlíkt

Erdogan er í uppteljing komin undir 50 prosent av atkvøðunum í Turkalandi, og seinna valumfar er tí sannlíkt.

 

Í uppteljingini av atkvøðum eftir forsetavalið í Turkalandi er Recep Tayyip Erdogan, forseti, komin undir 50 prosent. Tað hendir, eftir at 89 prosent av atkvøðunum eru taldar í kvøld.

Tað vísir uppgerðin frá ríkistíðindastovuni Anadolu.

Tí skal eftir øllum at døma eitt seinna umfar tann 28. mai til at gera av valið millum hann og avbjóðaran, Kemal Kilicdaroglu, til tess at finna forsetan næstu fýra árini.

Erdogan hevur so líðandi, sum kvøldið hevur liðið, mist stóru føringina, hann hevði, síðani fyrstu atkvøðurnar vórðu taldar seint seinnapartin.

/ritzau/