Erdogan missir meirtilutan: Seinna valumfar sannlíkt

Erdogan er við uppteljingina av valinum í Turkalandi komin undir 50 prosent, og seinna valumfar er nú sannlíkt.

 

74 ára gamli andstøðuleiðarin, republikanarin Kemal Kilicdaroglu, sæst her, tá hann greiddi atkvøðu í dag í Ankara. - Foto: Adem Altan/Ritzau Scanpix

Undir uppteljingini av atkvøðum eftir forseta valið í Turkalandi í dag er Recep Tayyip Erdogan, forseti, komin undir 50 prosent. Tað er hent, eftir at sløk 89 prosent av atkvøðunum eru taldar í kvøld.

Tað vísir uppgerðin frá ríkistíðindastovuni Anadolu.

Tí skal eftir øllum at døma seinna valumfar til 28. mai millum hann og andstøðuleiðaran Kemal Kilicdaroglu, til tess at finna forsetan fyri næstu fýra árini.

Erdogan hevur stig fyri stig sum kvøldið leið mist leiðsluna, hann hevði, tá fyrstu valúrslitini komu seint seinnapartin.

/ritzau/

 

 

 

74 ára gamli andstøðuleiðarin, republikanarin Kemal Kilicdaroglu, sæst her, tá hann greiddi atkvøðu í dag í Ankara. - Foto: Adem Altan/Ritzau Scanpix