European League: Liðini hjá Hákuni og Óla taptu

Tað blivu tepur tap á heimavølli hjá Füchse Berlin og Sävehof í EHF European League

Hetta gjørdist eitt heldur slakt føroyingakvøld í EHF European League.

 

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin taptu á heimavølli í Max Schmelling høllini í Berlin tepurt 31-32 fyri portugisiska liðnum, Sporting Lissabon. 

 

Füchse Berlin var á odda 19-13 í steðginum, men í seinna hálvleiki gekk av skriðuni.

 

Aftaná fýra umfør er støðan í millumbólki 4 tann, at Sporting Lissabon og Füchse Berlin hava seks stig hvør, meðan Constanta og Steua Bukarest hava tvey stig hvør.

 

Hákun skoraði tvey mál upp á tríggjar málmøguleikar.

 

Komandi týskvøld klokkan 19.45 møta Hákun og liðfelagarnir Sporting á útivølli.

 

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof taptu á heimavølli í Partille 27-29 fyri danska liðnum, Skjern. Skjern var á odda 13-12 í steðginum. 

 

Óli skoraði fýra mál upp á fimm málmøguleikar.

 

Skjern er oddalið í millumbólki 2 aftaná fýra umfør við seks stigum. Nexe úr Kroatia hevur fimm stig, Sävehof hevur trý stig, meðan Eurofarm Pellister úr Slovenia er aftast við tveimum stigum.

 

Komandi týsdag klokkan 17.45 spæla Óli og liðfelagarnir móti Skjern á útivølli.