Eyðvør var tvífaldur málskjútti

Kvinnur: Víkingur lyfti seg við trivaligum heimasigri fram á fimta plássið, og NSÍ og HB vunnu á útivølli

Eyðvør Klakstein skoraði tvey tey fyrstu málini, tá ið KÍ vann 4-0 á heimavølli ímóti EBS/Skála Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo

Eingin broyting var í toppinum, tá ið fult umfar í dag var í bestu kvinnudeildini.

 

KÍ vann 4-0 á heimavølli ímóti EBS/Skála, sum bara var aftanfyri við einum máli, inntil meiri enn ein tími var farin. Eyðvør Klakstein, sum var framrættaður miðvallari, skoraði tvey tey fyrstu málini. Tað fyrra við fínum langskoti, ið tók tvørtræið, og tað seinna við fluktara eftir innlegg úr høgru.

 

Eftir innlegg úr vinstru sneiddi Tóra Mohr seg framvið málverjanum, áðrenn hon úr spískum í høgru økti um munin til 3-0. Rannvá B. Andreasen, sum varð skift inn, tá ið eitt korter var eftir, staðfesti 4-0 heimasigurin við fínum skoti eitt sindur úr høgru. Hetta var fyrsta málið hjá Rannvá í ár.

 

Í Gundadali vann NSÍ 2-1 ímóti B36. Toppskjúttin Heidi Sevdal var ikki málskjútti í dag, men hon átti lut í báðum málunum. Hon vann brotssparkið, sum Dania Olsen umsetti til 1-0 ti lNSÍ, og

 

Heidi Sevdal átti geniala uppspælið til 1-0 málið, tá ið hon sletti bóltin inn um miðverjarnar, so Lena Olsen var púra leys, tá ið hon økti um munin til 2-1. Barbara Høgnesen minkaði um munin við fínum skoti úr vinstru. Bólturin streyk inn við nærra stólpanum. Tá var meiri enn ein hálvur tími eftir, men tað eydnaðist hvørgum av liðunum at skora fleiri mál. B36 hevði onkran heilt góðan møguleika, men Abigail Mensah úr Ghana vardi NSÍ málið sera væl.

 

Í Sørvági var HB frammanfyri 4-0 í fyrra hálvleiki. Stutt eftir steðgin gjørdi HB sjálvmál, og so minkaði Kristina D. Gásdal í tíðini, sum dómarin legði aftrat, um munin til 4-2 til HB. Hetta var fyrsta ferðin, at Kristina var málskjútti í bestu deildini.

 

Í Sarpugerði vann Víkingur 4-0 ímóti TB/FCS/Royn. Rakul Sørensen var tvífaldur málskjútti. Hetta vóru fyrstu málini hjá henni í ár. Mona Rasmusdóttir skoraði fyri triðju ferð í ár, og Eydna Olsen Dalheim staðfesti 4-0 sigurin við sínum triðja málið í ár.

 

Trivaligi heimasigurin ber við sær, at Víkingur nú hevur togað seg upp á fimta plássið.

 

 

 

KÍ – EBS/Skála 4-0 (1-0)

 

1-0: Eyðvør Klakstein 13.

 

2-0: Eyðvør Klakstein 62.

 

3-0: Tóra Mohr 87.

 

4-0: Rannvá B. Andreasen 90.+4.

 

 

 

Víkingur – TB/FCS/Royn 4-0 (2-0)

 

1-0: Rakul Sørensen 20.

 

2-0: Mona Rasmusardóttir 35.

 

3-0: Eydna Olsen Dalheim 56.

 

4-0: Rakul Sørensen 90.+5.

 

 

 

07 Vestur – HB 2-4 (0-2)

 

0-1: Fridrikka Clementsen 7.

 

0-2: Elin Maria Isaksen 14.

 

0-3: Ása Stórá Carlsen 46.

 

0-4: Sunniva Willemoes 49.

 

1-4: sjálvmál 57.

 

2-4: Kristina Dánialsdóttir Gásdal 90.+4.

 

 

 

B36 – NSÍ 1-2 (0-1)

 

0-1: Dania Olsen br 36.

 

0-2. Lena Olsen 47.

 

1-2: Barbara M. Høgnesen 56.

 

 

 

990041327
NSÍ9621341020
HB8512201016
B36833211712
Víkingur8323161811
07 Vestur922515228
EBS/Skála90186351
TB/FSV/Royn80172401

 

 

 

Leygardagin 3. juni

 

KÍ – 07 Vestur

 

TB/FCS/Royn – EBS/Skála

 

Sunnudagin 4. juni

 

NSÍ – Víkingur

 

HB – B36

 

Eyðvør Klakstein skoraði tvey tey fyrstu málini, tá ið KÍ vann 4-0 á heimavølli ímóti EBS/Skála Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo