Facebook-eigari fær milliarda bót fyri brot á dátureglur

ES revsar felagið, sum eigur Facebook, við eini bót upp á umleið níggju milliardir krónur fyri brot á dátureglar, skriva miðlar.

 

ES hevur revsað felagið Meta, sum eigur Facebook, við eini bót upp á umleið níggju milliardir krónur.

Tað skriva fleiri tíðindastovur.

Bótina hevur felagið fingið, tí at Meta hevur brotið evropiska lóggávu við at senda brúkaradátur til USA.

Sambært tíðindastovunum Reuters og AFP hevur felagið ætlanir um at kæra avgerðina.

Tað er eftirlitið Ireland's Data Protection Commission (DPC), sum hevur avgjørt málið. Eftirlitið virkar vegna ES.

/ritzau/