Hópkoppsetingar móti sjúkuni polio eru byrjaðar í Gaza, upplýsir tíðindastovan AFP.
Eftir at Gaza hevur verið poliofrítt í 25 ár, skrásetti palestinska heilsumálaráðið, sum Hamas stýrir, fyrr í august mánaði ein tilburð av sjúkuni hjá einum tíggju mánaða gomlum barni.
UNICEF hevur latið Gazageiranum 1,2 milliónir skamtar.
Heimsheilsustovnurin, WHO, upplýsir, at Ísrael hevur játtað ein tríggjar dagar "menniskjaligan steðg" í stríðnum fyri at loyva hjálparfólkum at koppseta.
Tað snýr seg um dagligar steðgir í krígnum, sum Ísrael førir í Gaza. Tað sigur Rik Peeperkorn, umboð fyri WHO í palestinsku økjunum.
- Vit umrøddu tað og vóru samd. Tað merkir, at átakið byrjar 1. september í miðstaðarøkinum í Gaza í tríggjar dagar. Og tað verður ein humaniterur steðgur undir koppsetingunum, segði Rik Peeperkorn, umboð fyri WHO í palestinsku økjunum, við Ritzau 29. august.
Koppsetingarnar fara síðani at flyta til Suðurgaza og síðani til norðara partin.
Polio er ein akutt virussmitta, sum eisini er kend sum barnalammilsi.
Virusið er sera smittandi, og polio kann elva til varandi og avlamandi lamni. Í ringasta føri doyggja tey smittaðu.
/ritzau/