Ferð er veruliga komin á søluna

Erik Biskopstø sigur at fyrireikingarnar til Summar Festivalin eru við at koma uppá pláss, og at atgongumerkini ganga sum heitt breyð í løtuni

Byggivirksemið í býnum hevur argað fyriskipararnar eitt sindur, men áhugin hjá føroyingum at fara á Summar Festival er stórur.

 

- Hvussu gongur við fyrireikingunum?

 

- Sølubúðirnar áttu at staðið her nú, men av tí at ein svartkjaftalast verður landað í dag, so hava vit gjørt eitt undandak fyri at fáa allar trailarnar gjøgnum býin. Tað skal nokk ganga, vit hava nógv góð fólk, sum kunnu traðka til og fáa alt upp. Fundamentið undir pallinum á Vágsbø er komið upp, so nú manglar bara at fáa pallin heysaðan upp. Hegningin er farin í gongd og tað stóra tjaldið er reist, so alt sær gott út.

 

Byggivirksemi í býnum argar

 

- Mentanarhúsið er tíverri ikki avviklað enn. Tað er enn eitt byggipláss rundanum, og tað gongur útyvir bøin, sum er nakað minni enn hann plagar at vera. Tá tað kemur til campinplássini so seldu vit í fyrsta umfari færri pláss enn vanligt. Eg haldi at vit fóru út við 160 í mun til at tað plaga at vera 240 campingpláss. Tað er stutt sagt tí býurin er undir umbygging allastaðni. Fólk blivu við at spyrja nær fáa tey fáa pláss og tí vóru vit noydd at byrja søluna. Í gjár tóku vit eina fínteljing tá øll plássini vóru merkt, og tá fingu vit eini 20 pláss afturat runt umkring. Eg meini at tey øll, uttan tey uttastu plássini við Norðborg, eru útseld – so áhugin er stórur fyri at gista í campingvogni.

 

- Hvussu gongur við søluni av atgongumerkjum samanborið við undanfarnu ár?

 

- Nú er gongd veruliga komin á søluna. Aftaná korona eru fólk vorðin eitt sindur varnari við at keypa atgongumerki á jólum, men nú er ordilig gongd á. Av tí at økið er minni, so kann eg næstan siga at tað verður fult.

 

Armbond til Summar Festivalin kunnu fáast í Føroya Tele í Klaksvík, Effo í Leirvík og SMS í Havn.