Ferðavinnan fremur trivnað fyri føroyingin

Ferðavinnan er skjótast vaksandi vinnan í Føroyum og er hon sera arbeiðsskapandi.

 

Ferðavinnan brúkar náttúruna og okkara ríku mentan sum tilfeingi og brúkar í stórst møguligan mun føroyskt framleiddar matvørur í sínum tilboðum. Hetta merkir fyri okkara búskap at her er sera lítil innflutningur og tí er ferðavinnan eitt sera stórt ískoyti í okkara BTÚ, umframt at hon skapar sera nógv størv innan allar geirar í samfelagnum.

 

##med2##

 

Matstovuvinna, landbúnaðurin, list, tónleikur og størv kring allar Føroyar. Eisini er ferðavinnan við til at skapa trivnað og økt tilboð til okkum føroyingar kring allar Føroyar. Vit vera gjørd varug við okkara søgur og sagnir, vakrar standmyndir vera reistar kring landið, matstovur og upplivilsir koma kring allar Føroyar og er hetta til gleði fyri okkum øll og eisini er hetta við til at skapa størv og møguleikar at búseta seg á útoyggjunum og í útjaðarinum.

 

Vit ynskja eina burðardygga ferðavinnu, sum vit kunnu liva av og og liva við, kring allar Føroyar alt árið.

 

Landbúnaðurin framleiðir staðbundnar matvørur, sum matstovur, vit føroyingar og ferðafólkini keypa og fleiri bøndur hava í dag eina samanseting av ferðavinnu upplivingum og landbúnaði, og er hetta við til at gera teirra búskaparliga grundarlag betri. Eisini skipa fleiri bóndur fyri gongutúrum við ferðleiðara og selja staðbundar matvørur.

 

Vit fara í samstarv við ferðavinnu og festi- og óðalsbøndur at finna eina loysn uppá gongd í haga til gagns fyri allar partar.

 

Vit fara at finna eina loysn, sum tekur hædd fyri landbúnaðinum, náttúru- og djórlívi og okkara íbúgvum og sum samstundis gagnar vaksandi ferðavinnuni og landbúnaðinum.

 

Hesum fari eg at arbeiða fyri.

 

Oda W. Andreasen

valevni

 

Hvannhagi