Ferðavinnan og fólkavøkstur

Í 10 ár er fólkatalið í Føroyum økt við 6.200 fólkum, knapt 13%. Í 2012 búðu 47.900 fólk og í dag búgva 54.100 fólk í Føroyum. Hyggja vit 10 ár longur aftur, var fólkatalið í 2002 tað sama sum í 2012, óbroytt. Í 2012 kom nógv umrødda bókin, Exit Føroyar, út og tá sá svart út og vit høvdu ein fráflyting og ikki eina tilflyting av ungum fólkum, serliga ungum kvinnum.

 

 

 

Men so kom broyting í og tað er í sama tíðarskeiðið sum ferð kom á ferðavinnuna og hetta er neyvan av tilvild.

 

 

 

Sambandsflokkurin setti gongd í ferðavinnuna við landsstýrismanninum í vinnumálum á odda. Visit Faroe Islands varð stovnað í 2014, og uppgávan var og er at samskipa og marknaðarføra Føroyar sum ferðafólkaland til tess at skapa vøkstur innan føroyska ferðavinnu. Og tað hevur verið ein sólskinssøga og ein góð íløga fyri Føroyar og føroyingar flest.

 

 

 

Um somu tíð byrjaði fólkatalið at økjast og nógv av okkara ungu, sum vóru farin uttanlands at lesa, valdu at flyta heimaftur eftir loknan lestur. Hendan gongdin hevur hildið fram til dagin í dag. Hetta var ein kollveltandi broyting, Føroyar høvdu fingið betri orð á seg og tað var cool at búgva í Føroyum.

 

 

 

Føroyska samfelagið er broytt og hevur ment seg hesi seinastu 10 árini. Við øktu ferðavinnuni eru fleiri tilboð og møguleikar til okkum, sum búgva her, tað veri seg arbeiðsmøguleikar, í frítíðini og tað er vorðið lættari at ferðast loftvegis. Vit eru ikki avskorin frá útheiminum sum fyrr og her er grundarlag fyri øktum virksemi og spennandi tilboðum kring alt landið.

 

 

 

Hesi góðu gongd mugu vit halda fast í og ikki lata fara fyri bakka. Einki kemur av sær sjálvum. Ferðavinnan hevur nakrar avbjóðingar eins og aðrar vinnur, men tað er okkara ábyrgd at finna skilagóðar og haldførar loysnir. Ferðavinnan eigur at mennast og útbyggjast við serligum denti á vinnuferðavinnu, so sum ráðstevnum, stórum ítróttartiltøkum, fundum og øðrum tiltøkum, sum kunnu verða allar ársins tíðir og ikki bert í háárstíð.

 

 

 

Sambandsflokkurin hevur sett sum mál, at seta eina eventskrivstovu – MICE-skrivstovu – á stovn til at samskipa og styrkja vinnuferðavinnuna. Peningur var settur á fíggjarlógina 2023 til endamálið og tann játtanin skal sjálvandi aftur á fíggjarlógina.

 

 

 

Ferðavinnan hevur, eins og aðrar vinnur, brúk fyri góðum og føstum kørmum fyri at skapa menning og burðardyggan vøkstur í vinnuni. Ferðavinnan gevur fjølbroytni og framburð til alt tað føroyska samfelagið.

 

 

 

Fríðgerð Heinesen

 

valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið