Ferðsluóhapp á Velbastaðhálsi

- Beint í løtuni er vegurin á Velbastaðhálsi stongdur, tí her hevur verið eitt ferðsluóhapp, sigur løgreglan.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at beint í løtuni er vegurin á Velbastaðhálsi stongdur.

 

- Her hevur verið eitt ferðsluóhapp við tveimum bilum. Løgregla, sjúkrabilur og sløkkilið eru á veg á staðið.

 

Vaktleiðarin hevur ikki meira at siga um hendingina beint nú - annað enn, at vegurin er stongdur í løtuni.

 

- Vit vita ikki meira, men koma við neyvari kunning seinni. Vit vita heldur ikki í løtuni, hvussu leingi vegurin verður stongdur.

 

Lagt verður aftrat, at Landsverk boðaði frá hálku á hesum vegastrekki í dag klokkan 16, so roknast kann við, at her er hált.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at Teistin sambært ferðaætlanini eigur at fara av Gomlurætt klokkan 17.20.

 

Spurningurin er so, um bussurin, sum fer úr Steinatúni umleið klokkan 16.50 ávegis til Gomlurætt, verður frammi til tíðina.