Fimm stig til Skála og tvey stig til B68

Her eru úrslitini og málskjúttarnir í teimum trimum innanhýsis dystunum millum Skála og B68

Skála og B68 hava leikt teir tríggjar innanhýsis dystirnar í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið.

 

Skála vann tann fyrsta dystin, meðan teir seinnu dystirnir endaðu við javnleiki 1-1.

 

Sostatt var úrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum fimm stig til Skála, og tvey stig til B68.

 

Samlaða málúrtøkan gjørdist 5-3 til Skála.

 

Skála-B68 3-1 (2-0) - 29. apríl

 

1-0 Kristian Martin Jakobsen (6.)

 

2-0 David Johansen (18.)

 

3-0 Carlos Ferreira (67.)

 

3-1 Viliam Emil Klein (72.)

 

Skála-B68 1-1 (0-1) - 3. juli

 

0-1 Bárður Ólavsson (19.)

 

1-1 Carlos Ferreira (83.)

 

B68-Skála 1-1 (1-1) - 4. oktober

 

0-1 Nicolai Møller Dohn (40.)

 

1-1 Johan Josephsen (45.+)

 

Kelda: FaroeSoccer