Finn Kjølbro 80 ár

Í dag, jóladag í 2021, eru 80 ár síðani, at Finn Kjølbro varð føddur

Í dag, jóladag í 2021, eru 80 ár síðani, at Finn Kjølbro varð føddur. Hann er klaksvíkingur og hevur – burtursæð frá tá ið hann var undir út­búgv­ing – alla sína tíð búð á Biskups­støð.

Foreldrini vóru Turid fødd Thomsen og ættað av Vágs­heygnum og Poul Nolsøe Kjøl­bro vanliga nevndur Nølli, sum var yngri sonur J. F. Kjølbro. Turid og Nølle eiga fimm børn: Finn, Karin, Sjúrður, Poulina og Katrin. Karin og Poulina búgva í høvuðsstaðnum, og hini búgva í Klaksvík.

Hann, sum nú fer um kempualdur, er hendinga góður eygleiðari og frásøgumaður, og hann hevur nógv at oysa av, um tað so hevur at gera við uppvøksturin á Biskupsstøð, familjuviðurskifti, vinnu, politikk, mentan í breið­um týdningi og samfelags­viðurskifti annars – heima og burt­uri.

Hinumegin vegin búðu omman og abbin, Karin og Jógvan, og norðanfyri barna­heimið var fjósið hjá Kjølbro. Tað er sonn frægd og nógvur lærdómur í at sita undir, tá ið Finn lýsir yðjandi lívið, hann minnist frá barnaárunum og ikki minst hjá ommuni og abbanum, sum framvegis vóru væl fyri og høvdu ábyrgd­ina av størstu vinnu­fyri­tøkuni í landinum, tá ið Finn vaks upp.

Eftir barnaskúlan í Klaks­­vík, var Finn í høv­uðs­­­­stað­num, har hann tók preliminerprógv í Studenta­skúlanum, sum tá helt til í VBV bygninginum. Afturkomin til Klaksvíkar fór hann í starv í Pf. J. F. Kjølbro. Eitt skifti var hann í kram­búðini á Stongunum, har miðdepulin fyri virk­sem­ið hjá Kjølbro var. Her var handil og fiskavirki, her løgdu langfarðarskipini veiðina upp, og her var mið­støðin fyri útróðurin. Finn plagar at siga, at tað var síðst í fimmti árunum og fyrst í seksti árunum, at útróðurin toppaði, og allir klaksvíkingar andaðu og livdu við í, hvussu tað vignaðist við fiskarínum, og hvussu tað hilnaðist við søluni, tá ið útróðrarfiskurin varð seldur á aktiónunum í Bretlandi.

Eftir at hava lokið prógv á Niels Brocks handilsskúla í Keypmannahavn í 1962, fór Finn í starv fyrst í ný­stovnaðu heilsøluni og síð­ani á skrivstovuni hjá J. F. Kjølbro, og har var hann í næstan eina fjórðings øld. Arbeiðið bar við sær, at innlit fekst í allar tættirnar í virkseminum hjá Kjølbro, og at hann kendi allar klaks­víkingar og norðoyingar og so ógvuliga mong onnur. Seinni fór Finn at arbeiða fyri seg sjálvan. Saman við øðrum hevði hann heilsøluna Norðvág í nøkur ár, og síðani hevði hann bókhald og reiðinskap fyri virkir og bátar.

Í 1965 giftist Finn Apo­loniu fødd Joensen og ætt­að úr bóndahúsinum í Toftum í Fuglafirði. Tey bygdu niðanfyri barnaheim hans­ara og dygst sunnanfyri hjá gamla Kjølbro. Børnini hjá Apoloniu og Finn eru Turið, sum býr á Velbastað, Hanus, sum býr á Viðareiði, Eyðun og Øssur, sum búgva í Klaksvík, og Ólavur sum býr í høvuðsstaðnum. Fyri Finn var tað ógvuliga stórur smeitur, tá ið hann 21. februar 2003 misti konuna, sum var rakt av herviligari sjúku.

Finn er konservativur í øllum lívsins viðurskiftum. Hann virðir familjuna, kristna boðskapin og føði­landi­ð, og tað er synd at siga, at hann leypir á leistum fyri tí nýggjasta. Hann er fólka­floks­maður, hevur verið nevnd­ar­limur og formaður í lokala felagnum og limur í líkningar­nevndini, tá ið hon var polit­iskt vald.

At Finn er ein álitismaður, sæst eitt nú aftur í, at hann í nógv ár var formaður í val­nevndunum – bæði tí kommunalu og til løgtingsval í Norðoya valdømi. Finn Kjølbro var í mong ár nevnd­ar­limur í Norðoya Sparikassa og var í ritstjórnini, tá ið Helgi Jacobsen í 2019 skrivaði 100 ára minningarritið. Finn var í ritstjórnini, tá ið 2. bind av Klaksvíkar søgu varð lagt til rættis og skrivað. Hetta bindið snýr seg um tíðar­skeiðið frá frí­handl­inum og fram til 2. heims­bar­daga, og tað kom væl við, at Finn hevði ein fingur við í spælinum. Hans­ara innlit og evni at seta tingini í rætta høpið vóru sera kær­komin.

Millum mongu nevndar­sessirnar, sum Finn hevur verið við til at manna, eru 60 milliónagrunnurin ella íleggingargrunnurin fyri Føroyar og Atlantsflog.

Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur átt góðan vin í Finn Kjølbro, sum var ein av stuðl­unum, tá ið tað í seksti árunum varð farið undir arbeiðið at fáa bygdini ítrótt­ar­høll, og hann er limur í mest sum øllum áhugafeløgum í Klaksvík.

Tey eru so mong, sum hava roynt, hvussu greiður og nágreiniligur Finn er. Tá ið bøkur og rit, sum hava við Klaksvík og klaksvíkingar at gera, verða fyrireikað, so er Finn ofta ein teirra, ið verður nýttur sum kelda og at søkja sær ráð hjá.

Finn hevði seyð norðuri á Strond og úti á Oyri, og nú fegnast hann um, at næstu ættarliðini taka sær av hesum. Honum hevur altíð dámað væl at putlast við húsini, hann lesur framvegis nógv, og so fegnast hann um børn og verbørn og abbabørnini, ið eru við til at lyfta samfelagið rætta vegin, og sum ofta støkka inn á gólvið, og sum hann ofta vitjar.

Hjartaliga tillukku við føðingardegnum og takk fyri gott samstarv.


Jóannes Hansen