Fiskiveiðiavtalur eru ikki líkamikið - og tað er okkara avgerð

Fiskiveiðiavtalur við onnur lond eru grundarlag undir okkara samfelag. Tí er tað skelkandi, tá man hoyrir danskar politikarar kalla okkara avtalur fyri líkamikið.

Tær eru ikki líkamikið fyri okkara búskap. Tær eru ikki líkamikið fyri okkara vinnulív. Tær eru ikki líkamikið fyri tey, ið hava sína inntøku av teimum. Tær eru ikki líkamikið fyri okkara umhvørvi. Og mann kundi hildið áfram!

Avgerðirnar um okkara fiskiveiðiavtalur eiga vit, ikki danir. Vit ráða á hesum málsøkinum, ikki danir. Tí verður tað ongantíð soleiðis, at avgerðir um fiskiveiðiavtalur við onnur lond er nakað danir ráða yvir.

Um illgruni er um njósning, hava vit myndugleikar, ið hava eftirlit við hesum. Politiska skipanin má hava álit á, at hesir røkja sínar skyldur, og kunnar politisku skipanina um nakað er.

Um nakað er, so eru tað eisini føroyingar, ið skulu avgera, hvat vit síðani gera - ikki danir.

 


Beinir Johannesen

floksformaður