Fjølbroytt læra styrkir samfelagið

Í einum lítlum samfelag við støðugt broytiligum arbeiðsmarknaði er neyðugt at hava fjøltáttaða og broytiliga arbeiðsmegi við ymiskum førleikum – bæði faklærdum og ófaklærdum, lat ongan iva vera um tað.

 

 

 

Tó vísa royndir aðrastaðni við vaksnamannalæru, at tað er eitt gott amboð at útbúgva ófaklærda arbeiðsmegi ella endurútbúgva faklærda arbeiðsmegi.

 

 

 

Hevur tú av einari ella aðrari orsøk ikki tikið eina útbúgving í ungdómsárunum, so er støðan ofta tann, at tú ikki fert undir útbúgving, tá ið tú fert yvir ein vissan aldur. Orsøkin er ofta av tí einføld orsøk, at tað er ikki ráðiligt at fara undir útbúgving, tá ið børn og heim skulu forsyrgjast. Tað er ein sannroynd, at tað er ein forðing fyri fleiri, at fáa sær eina útbúgving av fíggjarligum ávum.

 

 

 

Tí eiga vit at skipa fyri vaksnamannalæru í Føroyum – bæði so tað gerst meira eggjandi hjá vaksnum ófaklærdum, men eisini so faklærd kunnu endurútbúgva og uppstiga seg til nýggjar avbjóðingar, uttan at hugsa um fíggjarligar forðingar.

 

 

 

Áhugin at hava vaksnamannalæru er avgjørt tilstaðar í vinnuni, umframt at hetta eisini er eitt av átøkunum, ið mælt verður til í frágreiðingini “Í góðum hondum”, ið varð gjørd í 2022. Í frágreiðingini, verður vaksnamannalæra nevnt, sum eitt átak at nøkta tørvin á arbeiðsmegi innan vælferðartænastuøkið.

 

 

 

Nógv ófaklærd fólk starvast í dag innan værferðarøkini. Ofta hava tey gjørt tað í áravís og hava drúgvar royndir. Tað eigur at vera lættari hjá hesum fólkum at fáa útbúgving innan økið. Frágreiðingin “Í góðum hondum” staðfestur, at stórur eftirspurningur er eftir starvsfólkum til vælferðartænasturnar. Vaksandi eftirspurningurin eftir vælferðartænastum í almenna geiranum setir trýst á eftirspurningin eftir faklærdum fólki innan heilsu-, umsorganar-, og námfrøði.

 

 

 

At útbúgva og endurútbúgva arbeiðsmegina er neyðug og økir um samfelagsliga førleikagagnið, bæði tí tað veksur um arbeiðsmegina, og tí kanningar vísa, at hægri útbúgving fólk hava, longur eru tey á arbeiðsmarknaðinum, og eigur hetta tí at vera ein samfelagslig raðfesting.

 

 

 

Vaksnamannalæra eigur at verða skipa fyri vaksnum yvir 25 ár, so at tað gerst møguligt at gjøgnumføra eitt lærlingatíðarskeið við fullari løn. Vanliga verður skift ímillum skúla og praktik, men lønin er tann sama alt útbúgvingartíðarskeiði. Fólk omanfyri 25 ár við drúgvum royndum eiga harumframt at verða frítikin fyri starvsvenjing og eiga at hava møguleika fyri at taka ástøðiliga partin, meðan tey eru í starvi.

 

 

 

Somuleiðis eiga vit at hugsa 10. Flokk inn í framtíðar yrkisútbúgvingar. 10. Flokkur eigur at verða umskipaður við fleiri breytum, sum kunnu góðkennast sum partur av eini yrkisútbúgving. Hetta fyri at geva møguleika fyri at byrja eina yrkisleið sum skjótast.

 

 

 

Útbúgving av námsfrøðingum og lærarum eigur at vera samskipa so, at tey fáa eina felags menningar og læruætlan, og at upptøkur verða tvær ferðir um árið. Somuleiðis eigur tað at gerast meira atkomuligt at taka útbúgvingar innan heilsu- og námsfrøðiøkini. Hetta kann gerast við at skipað verður fyri fjarundirvísing. Økta upptøkan gevur fleiri útbúnar hendur úti á økinum – økinum, ið longu er ómetaliga pressað.

 

Somuleiðis eiga vit at útbúgva fleiri sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar á Setrinum og á Heilsuskúlanum. Ein nýggj deild á Heilsuskúlanum eigur at verða meira atkomulig – helst her vestanfyri. Tað kundi verið skipað við fjarlestrið fyri ein part, so møguligt er at arbeiða, samstundis sum man tekur útbúgvingina.

 

 

 

Handverks- og ferðavinnan hava eisini víst á, at neyðugt er, at dagføra og víðka um útboðið av verkligum útbúgvingum innan fleiri økið í Føroyum. Vit eiga at at seta á stovn fleiri verkligar útbúgvingar í Føroyum. Eisini fyri at vera klár at møta framtíðini innan ma. grøna orkuskiftið, alivinnu og ferðavinnu.

 

 

 

Tað setir krøv um nýggjar útbúgvingar á ymiskum fakligum førleikastigum, sum føroyska útbúgvingarverkið og vinnan má vera før fyri at veita, tí tað eigur ikki at vera neyðugt at fara til Danmarkar at fáa sær útbúgving - tað skulu vit loysa í Føroyum.