Fleiri arbeiðspláss við flogvøllin

Í mínum hjarta eiga Vágar eitt serligt pláss, tí í 18 ár ferðaðist eg vestur at stjórna tjóðarflogfelagnum saman við ídnu og dugnaligu starvsfólkunum har.

 

 

 

Atlantsflog er motorvegur okkara út í heim og stoltleiki, tí felagið hevur prógvað, at við áhaldni og og nærlagni kann stór menning skapast á einum hátøkniligum vinnuligum øki í Føroyum. 

 

 

 

Menningin eigur tó ikki at steðga her. Væl ber til at menna fleiri spennandi og varandi arbeiðspláss, sum kunnu staðsetast kring flogvøllin í Vágum.

 

 

 

EUR Express hevur longu ment eina væl umtókta tænastufyritøku við støði í flogfrakt, og tørvurin á plássi til handfaring av flogfrakt fer at vaksa nógv, tá nýbrotið FarCargo fer á flog.

 

 

 

Atlantsflog hevur sett spakan í við nýggjum simulatori til AW 139-tyrlurnar, og hepnast átakið væl, er upplagt at víðka tænastuna við einum A 320-simulatori.

 

 

 

Óteljandi møguleikar finnast at menna virksemið kring viðlíkahald av flogførum, tyrlum og dronum, men hetta krevur meira hangarpláss. Verandi hangarur er ov lítil til at hýsa virkseminum, sum longu er á flogvøllinum.

 

 

 

Upplagt er eisini at staðseta umsitingina av føroyska loftrúminum í Vágum, tá tað verður yvirtikið, og taka vit yvir skrásetingina av flogførum, hóskar hon væl saman við skipaskrásetingini.

 

 

 

Fáa Vágar eitt tyssi av fyritøkum, sum fjøltátta virksemið í oynni, er nógv vunnið, tykir mær.

 

 

 

PENGAR TIL KRÍGSSAVNIÐ

 

 

 

Eitt annað hjartamál mítt í Vágum er grøna SOR-húsið hjá Krígssavninum oman fyri flogvøllin.

 

 

 

Hóast húsið ikki sær út av nógvum, er tað ein einastandandi bygningur, har RAF-starvsfólk undir krígnum savnaðu upplýsingar av øllum slag og vóru eygu og oyru hjá bretum í Norðuratlantshavi.

 

  

 

Tíbetur hava eldsálirnar aftan fyri Krígssavnið telvað soleiðis, at savnið fekk bygningin til ognar, men har er nógv eftir at gera, áðrenn full nytta fæst av honum.

 

 

 

Eri sannførdur um, at fekk savnið 3-4 mió. kr. til at skipa søgusigingina um Føroyar undir krígnum, og tann vaksandi strategiska týdningin, Føroyar hava fingið í Norðuratlantshavi síðan tá, fáa Vágar ein savnsvarða, hvørs glæma røkkur kring alla klótuna.

 

 

 

Vit hava í áratíggju gjørt stórar íløgur í flogvøll, flogfør, førleikar og lagt grundina undir flogvinnu í Føroyum.

 

Nú er ikki at liggja á boðunum, men at halda fram og byggja upp á grundvøllin, sum longu er lagdur. Vit kunnu siga, at flogfarið er komið væl út á breytina. Nú skal tað uppfrá!

 

Eg vil fegin virka fyri einum framsóknum flogferðslupolitikki, sum eisini umfatar limaskap í evropeiska loftferðslusamstarvinum, so føroyingar fáa javnar kappingartreytir við onnur á øllum økjum innan loftferðslu.

 

 

 

Magni Arge, valevni fyri Tjóðveldi