Fleiri bústaðir kring alt landið

Seinastu árini, er tað vorðið alsamt dýrari at verða føroyingur. Tað finnast mong dømi um hartarbeiðandi fólk, sum allíkavæl ikki eru førar fyri at seta føtur undir egið borð. Umframt, at bústaðir eru vorðnir dýrari, so eru føroyskar familjur kroystar av ógvusligum prísvøkstri.

 

Vit eiga at gera tað møguligt at búgva til leigu, at bústaðarmarknaðurin er fjølbroyttur, at seta búgv kring alt landið, til ein kostnað, sum kann berast av einari vanligari arbeiðsmannaløn. Vit eiga at lætta um gerandisdagin hjá lág- og miðalløntum Føroyingum.

 

Besti mátin, at gera tað lættari at seta føtur undir egið borð, er at økja um útboðið á bústøðum í Føroyum. Bæði á leigubústøðum og fastognum. Javnaðarflokkurin vil gera tað møguligt hjá felagnum Bústøðum at byggja almannagagnligar íbúðir saman við kommunum í Føroyum. Ítøkiliga kundi hetta verið gjørt sum eitt samstarv, har bústaðir veitir fígging til eitt lán, og kommunan ger byggibúningina. Leigan hjá íbúgvunum skal so nýtast til at rinda lánið aftur. Ein slík íløga hevur onki krav um avkast, men hevur til endamáls at lætta um trýstið á bústaðarmarknaðinum.

 

Tað eru ikki øll, ið ynskja- ella klára at búgva í stórum sethúsum. Tí er tað av stórum týdningi, at bústaðarmarknaðurin gerst meira fjølbroyttur. Vit hava tørv á lítlum og stórum íbúðum. Tí mugu slíkar verkætlanir eisini umfata smærri íbúðir, so støk eisini kunnu fáa tak yvir høvdið. Tað er ikki rætt, at ein maki ella arvur skal verða ein fortreyt fyri einum bústaði. Eitt fulltíðarstarv má verða nóg mikið til ein bústað.

 

 

 

Eitt hús er ikki bara ein íløga, men eitt heim!

 

Tað finnast eisini tey, ið vilja seta búgv á bygd -ella útoyggj, men ikki fáa lán frá bankunum. Ynskið um at seta búgv í ávísari bygd ella á útoyggj kemur ikki úr ongum. Tað er eitt tilval, saman við einum tilknýti til staðið. At bankin ikki veitir lán fyri hesi húsini kemst av, at peningaligu virðini eru ikki líka trygg sum á meginlandinum. Tað finnast fleiri, ið vilja byggja ella keypa á bygd, men verða víst til meginøkið, tí ein bústaður har er ein betri íløga. Men eini hús eru ikki bara ein íløga, men eitt heim (ofta fyri lívið). Tí eiga Bústaðir at fáa heimild at veita lán til tey, ið vilja keypa ella byggja á bygd. Hetta má sjálvandi gerast ábyrgdarfult. Millum annað mugu krøv setast til eginpening og inntøku.

 

At geva fleiri familjum møguleika at búgva á bygd, vil samstundis lætta um stóra trýstið á bústaðarmarknaðin á miðstaðarøkinum og í størru bygdunum kring landið.

 

 

 

Jógvan Kallsgarð Joensen,

 

valevni hjá Javnaðarflokkinum