Higartil hava tey tosað um tveir tunnilsmunnar í Suðuroy. Eitt uppskot hjá Landsverki var at tunnilin skuldi koma upp innan fyri bygdina og so skuldi vegur gerast tvørtur um dalin í ein nýggjan tunnil til Hvalbiar. Ein onnur loysn, sum er nevnd, er, at tunnilin kann koma upp uttan fyri Sandvík, og so skal vegur gerast ígjøgnum bygdina og inn um hana, har hann so kemur í ein nýggjan tunnil til Hvalbiar.
Og tað hevur eisini verið nevnt, at tunnilin skal koma upp við Bakkhús í Hvalba fyri síðani at leggja vegin í eina lokarennu undir Skørðunum og undir øllum vegnum allan vegin yvir til kirkjugarðin, har kann kann knýtast í vegin til nýggja Hvalbiartunnilin. Og eitt uppskot afturat er eisini at lata tunnilin koma upp úti í Nesi í Hvalba, har hann kann knýtast beinleiðs í vegin til nýggja Hvalbiartunnilin.
Í Sandoynni hevur verið tosað um, at tunnilsmunnin skal vera á Skarvanesi, men ein annar møguleiki er at leggja tunnilsmunnan á Sandi fyri at sleppa undan vegastrekkinum til Skarvanesar.
Tað skal eisini vigast fyri og ímóti um Skúgvoy skal knýtast upp í tunnilin. Og skal hann tað, er spurningurin um hann skal upp í Skúgvi, ella um talan verður um eina rundkoyring við Skúgvoynna fyri síðani at gera ein síðutunnil til Skúgvoyar.