Fleiri fólk hava latið lív í Ný Sælandi

Sambært útlendskum miðlum eru í minsta lagi 20 sløkkiliðsbilar við í arbeiðnum at basa eldinum í einum gistingarhúsi í Wellington.

Í minsta lagi seks fólk hava latið lív, nú eldur er í einum gistingarhúsi í ný sælendska høvuðsstaðnum, Wellington, í kvøld. 

 

Tað er ávísin, New Zealand Herald, sum ber hesi tíðindi.

 

Sagt verður, at eldurin kyknaði í ovastu hæddini á Loafers Lodge Hostel, sum gistingarhúsið kallast.

 

Gistingarhúsið kann hýsa 92 fólkum, men tað er ógreitt, hvussu nógvir gestir búðu á gistingarhúsinum, tá eldur kom í.

 

Sambært útlendskum miðlum eru í minsta lagi 20 sløkkiliðsbilar við í arbeiðnum at basa eldinum.

 

Bjargingarleiðarin, Nick Pyatt, váttar, at funnið er fram til 52 fólk, men framvegis eru fleiri saknað, og stúrt verður fyri, at talið av deyðum fer at veksa.

 

Sum skilst, vóru 30 fólk framvegis saknað, tá tíðindastovan NTB bar tíðindini um eldin fyrr í kvøld. Tá var eisini ógreitt, hví eldurin kyknaði.

 

Fleiri fólk, sum vóru á gistingarhúsinum, høvdu sloppið sær upp á tekjuna og vórðu bjargað haðani, men vandi er fyri, at takið fer at falla saman.

 

- Okkara tankar eru hjá sløkkiliðsfólkunum, sum eru við í arbeiðnum og hjá teimum, sum eru rakt av herviliga eldinum, sigur forsætisráðharrin í Ný Sælandi, Chris Hipkins.