Eitt flogfar við 181 fólkum umborð fór av flogbreytini á einum suðurkoreanskum flogvølli, tá tað lendi í morgun.
Tað upplýsir suðurkoreanska tíðindastovan Yonhap.
Tvey av manningini eru bjargað úr flogfarinum á lívi.
Brunamyndugleikarnir upplýstu klokkan seks í morgun okkara tíð, sambært tíðindastovuni AFP, at sannlíkindini fyri at finna fleiri yvirlivandi eru lítil.
Í minsta lagi 120 fólk eru staðfest deyð. Tað upplýsa brunaumsjónarmyndugleikarnir sambært Reuters.
Við flogfarinum vóru 175 ferðafólk og manningin taldi seks.
Meginparturin av teimum umborð vóru suðurkoreanskir ríkisborgarar. Umborð vóru eisini tveir tailendskir ríkisborgarar, skrivar Yonhap.
Vanlukkan hendi á altjóða flogvøllinum í Muan. Allar flogferðir eru avlýstar higar orsakað av vanlukkuni.
Flogfarið - eitt Boeing 737-800 - var á veg aftur úr Teilandi. Vanlukkan hendi við lending á flogvøllinum, sum liggur í landsynningspartinum av Suðurkorea.
Sambært Yonhap rendi flogfarið í eitt hegn.
Vanlukkan hendi klokkan 9:07 lokala tíð, skrivar tíðindastovan.
Myndir frá flogvøllinum vísa, at roykur kemur úr flogfarinum.
Enn er óvist, hvat júst var orsøkin til, at flogfarið datt niður.
Ein talsmaður fyri Jeju Air, flogfelagið, sum átti niðurdotna flogfarið, sigur sambært Reuters, at málið verður kannað.
Virkandi forsetin í Suðurkorea, Choi Sang-mok, hevur givið boð um eitt stórt bjargingarátak, upplýsir forsetaskrivstovan.
Choi Sang-mok varð fríggjadagin settur sum fyribils leiðari í Suðurkorea. Landið hevur verið í politiskari kreppu stóran part av desember.
Yoon Suk-yeol er frákoyrdur sum forseti, eftir at hann fyrst í desember lýsti undantaksstøðu í landinum.
Stabsleiðarin hjá virkandi forsetanum segði sunnudagin sambært Reuters, at ein kreppufundur verður hildin orsakað av vanlukkuni á flogvøllinum í Muan.
Suðurkorea liggur á koreansku hálvoynni og hevur mark við Norðurkorea í norðri. Tað búgva góðar 50 milliónir íbúgvar í Suðurkorea.
##med2##
Ritzau/Reuters