FM1: Valtjaksending við Sirið Stenberg (E) og Jørgen Niclasen (A)

Árni Gregersen skipar fyri valtjakssendingini, ið byrjar klokkan 16.05 fríggjadagin

Siðiliga og gevandi leisturin hjá Árna Gregersen við kjaki millum tvey valevni verður aftur á skránni fríggjadagin klokkan 16.05.

 

Tey sum fáa tíð at seta orð á sín politikk og síni hjartamál hesaferð vera Sirið Stenberg úr Tjóðveldi, og Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum.

 

Lurtararnir fáa høvið at seta spurningar til Sirið og Jørgen. Hetta verður gjørt við at ringja til nummar 200202, ella við at senda eitt sms til nummar 559999. 

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo