Eyðun Johannesen sjónleikari er deyður

Føroya fyrsti yrkissjónleikari deyður. Í gjár bórust deyðsboðini av Eyðuni Johannesen, sjónleikara, úr Rabarbukvarterinum í Havn. Hann gjørdist 85 ára gamal

Eyðun Johannessen var føddur í Havn 28. apríl í 1938. Hann vaks upp í Rabarbukvarterinum í Havn. Hann er sonur Ásu f. Isholm og Johannes Johannesen, sum búsettust á horninum Sjúrðargøta/Brekkugøta í Havn, har Eyðun og systkini, Erling Johannesen og Gunvør Jensen vuksu upp.

Eyðun er kendur sum sjónleikari og leikstjóri. Hann eigur børnini Anniku Johannessen og Olaf Johannessen, sum bæði eru farin í fótaspor faðirsins sum sjónleikarar. 

Hann lærdi til sjónleikara 1958-60 á Kongaliga Teatrinum í Keypmannahavn og á Odense Teaters Elevskole, umframt at hann var lestrarferðir í Warszawa, Berlin og London. 

Í 1960'árunum stríddist hann fyri at betra um viðurskiftini hjá sjónleiki og sjónleikarum í Føroyum, hann var leiðari fyri Sjónleikarhúsi í Havn og stríddist fyri at seta á stovn ein tjóðpall í Føroyum. Í 1970 gjørdist hann leikstjóri, sjónleikari og lærari í drama á sjónleikaraskúlanum í Århus Teater. Hann stovnaði Føroya fyrsta yrkissjónleikarahóp, Grímu, í 1977, eftir at hann hevði verið virkin yrkissjónleikari, leikstjóri og dramalærari í sjónleikarhúsinum í Århus, Århus Teater, í fleiri ár. 

 

##med2##

Hann var rektari á sjónleikaraskúlanum í Århus 1979-86. 

Árini 2000 til 2004 búði hann aftur í Føroyum, har hann stjórnaði Grímu.

Eyðun Johannesen hevur mest verið virkin á palli í sjónleikarhúsum, men hann hevur eisini roynt seg sum filmsleikara í eitt nú donsku sjónvarpsrøðini Rejseholdet 1983-85.

Eyðun hevur altíð lagt dent á, at hann var Rabarba. Harvið var hann at kalla granni við Sjónleikarhúsið, og tað hevur hann mangan sagt, at tað hevur ávirkað lívsleið hansara.

Tá ið Eyðun Johannesen 28. apríl í ár fylti 85 ár skrivaði Tjóðpallur Føroyar hesa heilsan til hansara:

Eyðun vaks upp í Havn og leggur hann dent á, at hann er ein Rabarba. Rabarbukvarterið er í grannalagnum hjá Sjónleikarhúsinum og hevur Eyðun ofta nevnt, at hetta kom at ávirka hansara lívsleið. Tað kunnu vit í Føroyum fegnast um, tí tað er einki at taka seg aftur í at tað er hann, ið hevur ment føroyska leiklist. Hann hevur ríkað okkum innan leiklistina og hevur ríkað alt Føroya fólk við upplivingum frá pallinum og útvarpstólinum. Eyðun var við í arbeiðinum at seta Tjóðpall Føroya á stovn við tí endamáli at byggja føroyingum eitt Tjóðleikhús.

Eyðun nam sær sjónleikaraútbúgving, á Kongaliga Teatrinum og Odense Teater og varð liðugur 1960. Eyðun hevur altíð brent fyri føroyskari leiklist og kom aftur til Føroya eftir lokna útbúgving. Hann byrjaði sum leikstjóri o.a. í Havnar Sjónleikarfelag, umframt at hann í 1961 fór undir at halda trý ára sjónleikaraskeið hjá Havnar Sjónleikarfelag har luttakarar fingu prógv, eins og hann helt smærri skeið hjá sjónleikarfeløgnum kring landið. Hesi skeið høvdu alstóran týdning fyri menningina av sjónleiki í Føroyum bæði so og so.

 

##med3##

Eftir hetta fór Eyðun aftur til Danmarkar, har hann millum annað var fastur sjónleikari og leikstjóri á Aarhus Teater frá 1970 – 1973. Síðani gekk leiðin aftur til Føroya, har hann arbeiddi sum sjónleikaráðgevi eins og hann leikstjórnaði, gjørdi pallmyndir o.a. Í 1977 var hann ein av stovnarunum av yrkisleikbólkinum Grímu. Í 1979 vóru aftur boð eftir Eyðuni úr Aarhus, hesuferð sum rektari á Sjónleikaraskúlanum við Aarhus Teater, har hann starvaðist til 1986. Í 2000 gekk leiðin aftur heim til Føroya, hesaferð settur av Leikpalli Føroya sum listarligur leiðari fyri Leikhús Grímu við tí endamáli at seta Tjóðpall Føroya á stovn.

Í 1997 heiðraði Statens Kunstfond Eyðuni við lívsvarðandi veiting og í 2001 fekk hann Mentanar-virðisløn Landsins.

Øll hesi árini hevur Eyðun, sum leikstjóri bæði í Føroyum og uttanlands, ríkað okkum við stórum og minniligum leikverkum, barnaleikum, klassikarum, nútímans leikverkum og ikki at gloyma tey nýskrivaðu føroysku leikverkini. Úr rúgvini kunnu vit nevna William Shakespeare, Samuel Beckett, Jóanes Nielsen, Marjun Syderbø Kjelnæs, Martin McDonagh, Henrik Ibsen, Yasmina Reza, August Strindberg, Ludvig Holberg og mong onnur. Vit vóru tikin inn í annan heim við m.a. Glataðu spælimonnunum, Meðan vit bíða eftir Godot, Eitur nakað land Week-end, Per Gúnt, Havfrúnni, Lykke Per, Tóm rúm, Kravravnum, På sporet af den tabte tid og vit kundi hildið fram millum tey meir enn 120 leikverkini, Eyðun hevur leikstjórnað.