Føroyar hava kós ímóti niðurflyting

Eftir leiðslu og tamarhald á spælinum í ein tíma endaði tað við, at letlendingar javnaðu og høvdu stórar møguleikar at skora sigursmálið

Landsliðsárið í fótbólti á heimavølli er liðugt. Síðsti dysturin á Tórsvølli í ár var í kvøld ímóti Lettlandi, og úrslitið var 1-1. Hetta er triði heimadysturin í hesi Nations League kappingini, og úrslitið í kvøld ber við sær, at allir tríggir heimadystirnir eru endaðir jevnir.

 

Tað er stórt vónbrot, og samstundis er tað bara ein veruleiki, at tá ið Lettland 20 minuttir undan leikloki hevði javnað til 1-1, vóru gestirnir tættari við at skora sigursmálið, enn heimamenninir vóru tað.

 

Tríggjar minuttir undan leikloki var málmøguleikin hjá Lettlandi so stórur eftir innlegg úr høgru, at tað var heilt ófatuligt, at bólturin ikki endaði í netinum.

 

Úrslitið ber við sær, at tað er stórur møguleiki fyri, at Føroyar fara at flyta niður úr C og í D deildina í Nations League.

 

Fyrsta tíman var føroyska liðið nógv meiri á bóltinum, og hóast tað ikki eydnaðist at vinna so nógvar málmøguleikar, so vóru fleiri spentar støður, og inntil Lettland javnaði til 1-1 miðskeiðis í seinna hálvleiki, so vóru tað ongar spentar støður frammanfyri fyri føroyska málið.

 

Brandur Hendriksson Olsen stýrdi føroyska samanspælinum, og tá ið tað ikki eydnaðist at vinna málmøguleikar, so var tað Brandur, sum fimm minuttir undan steðginum sjálvur legði upp til 1-0 málið. Ótryggi letlendski málverjin spældi skeivt út, Brandur Hendriksson Olsen sneiddi seg leysan í vinstru og legði bóltin fyri føturnar á miðvallaranum Hanusi Sørensen, sum rann fram og heilfluktaði bóltin í málið.

 

Føroyar skiftu tríggjar spælarar út tíðliga í seinna hálvleiki. Brandur Hendriksson Olsen var ein av teimum, sum fór av vøllinum, og tá misti føroyski liðið takið. Innskifti Dario Šits var leysur undir málinum, tá ið hann eftir innlegg úr vinstru heilfluktaði bóltin í málið.

 

--Vit eru øgiliga vónbrotnir, tí vit høvdu fleiri góðar møguleikar. Fleiri mistøk bóru útjavnandi málið við sær. Kanska kostaði tað orku, tá ið teir høvdu skorað og vit mistu leiðsluna, sigur miðvallarin Hanus Sørensen, sum í kvøld fyri fyrstu ferð var málskjútti á landsliðnum.

 

-Eg eri øgiliga vónbrotin um úrslitið og harmist øgiliga nógv um málið, sum teir skoraðu, tí tá vóru vit ikki ansnir í verjuspælinum. Vit høvdu bóltin nógv meiri, enn teir høvdu, men tíverri megnaðu vit ikki at vinna stórar málmøguleikar, staðfestir landsliðsvenjarin Håkan Ericson i samrøðu við Kringvarp Føroya, sum heldur, at liðið datt ov langt aftur eftir at Lettland hevði javnað.

 

-Vit vistu, at teir høvdu fínan spælara, sum legði vandamikil innlegg úr vinstru, men tíverri megnaðu vit ikki at byrgja fyri honum, sigur føroyski venjarin, sum ikki fjalir, at hann er sera vónbrotin um úrslitið.

 

Um miðjan november fara Føroyar at spæla tveir teir síðstu dystirnar í hesi Nations League kappingini. Teir eru á útivølli ímóti Armenia og Norðurmakedonia.

 

 

 

Føroyar – Lettland 1-1 (1-0)

 

1-0: Hanus Sørensen 40.

 

1-1: Dario Šits 69.

 

Dómarabólkur av Malta. Philip Farrugia, Alan Camilleri, Duncan Sultana og Matthew De Gabriele (4. dómari)

 

Føroyar: Bárður á Reynatrøð – Jann J. Benjaminsen, Odmar Færø (Sonni Ragnar Nattestad, 78.), Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – René Shaki Joensen (Jóannes Bjartalíð, 57.), Hanus Sørensen, Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen (Sølvi Vatnhamar, 58.), Hannes Agnarsson (Adrian Justinussen, 58.) – Meinhard E. Olsen (Jóan Símun Edmundsson, 83.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Mattias H. Lamhauge, Teitur Matras Gestsson, Jóannes Kalsø Danielsen, Daniel Johansen, Arnbjørn Svensson, Petur Knudsen og Klæmint Olsen

 

Gult kort: Viljormur Davidsen, Jóannes Bjartalíð

 

Venjari: Håkan Ericson

 

Hjálparvenjari: Eli Hentze