Føroyingar fara til Danmarkar at kappast í jiu-jitsu

Fimm føroyskir íðkarar fara til stóru altjóða kappingina Danish Open Jiu-Jitsu

Fyri fyrstu ferð síðan stríðsítróttin brasilskt jiu-jitsu kom til Føroyar, fer eitt lið av føroyingum av landinum at kappast, verður sagt í tíðindaskrivi. Brazilianskt jiu-jitsu, sum hevur sín uppruna í japanskum jiu-jitsu og judo, fekk sína byrjan í Føroyum í 2015.

 

Í 2022 var jiu-jitsu við á Føroyaleikum fyri fyrstu ferð. Hetta hevur givið felagnum blóð upp á tonna til víðari kappingar.

 

22. og 23. apríl verður árliga Danish Open Jiu-Jitsu kappingin í Hillerød. Tá fara 5 íðkarar úr Føroyum til Danmarkar at luttaka. Hesir íðkarar umboða báðar Jiu-Jitsu skúlarnar í Føroyum, sum eru Tórshavn Brazilian Jiu-Jitsu og BJJ Vágar.

 

Yvir 1.000 tilmeldingar eru úr umleið 50 londum til hesa kappingina. Eitt av hesum eru Føroyar, sum er tað landið, sum hevur mest tilmeldingar pr. íbúgva.

 

Brazilianskt jiu-jitsu er ein ítrótt, sum fyrst og fremst leggur dent á sjálvverju, men er eisini ein støðugt vaksandi ítróttarmentan. Í einum jiu-jitsu dysti fær ein stig fyri at koma í ávísar dominerandi støður. Tann sum hevur flest stig, tá ið tíðin er farin, vinnur. Ein kann eisini vinna við at fáa mótstøðufólkið at geva upp, t.d. við at gera armlás ella kvalaratak o.s.fr.

 

Hóast braziliankst jiu-jitsu er ein nýggj ítrótt í Føroyum, so hevur felagið verið sera aktivt, m.a. skipaðu Brazilian Jiu-Jitsu Globetrotters fyri einari altjóða brazilianksari jiu-jitsu legu í 2022, har 130 fólk frá øllum heiminum komu til Føroyar fyri at luttaka. Umframt hetta er Tórshavn Brazilian jiu-jitsu eisini vorði ein partur av samstarvinum "ABC fyri sálarliga heilsu".

 

Tey 5, sum fara til Danmarkar at kappast, eru:

 

Áron Joensen (Tórshavn Brazilian Jiu-Jitsu)

 

Bjartur Bernhardson Thomsen (Tórshavn Brazilian Jiu-Jitsu)

 

Djóni Strømsten (Tórshavn Brazilian Jiu-Jitsu og BJJ Vágar)

 

Eliane Campos Klein (Tórshavn Brazilian Jiu-Jitsu)

 

Levi Jakobsen (Tórshavn Brazilian Jiu-Jitsu)