Talan gjørdist um eitt gott kvøld hjá føroysku leikarunum í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum.
Aftaná at hava tapt tepurt við einum máli í tveimum dystum á rað eydnaðist tað í kvøld Janu Mittún og liðfeløgunum í Viborg at vinna við einum máli.
Viborg vann á útivølli 29-28 á Skanderborg. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14.
Jana gjørdi sítt við at skjóta fýra mál og við leggja upp til tvey mál.
Rakul Wardum vann føroyingauppgerðina móti Súnu K. Hansen og Brynhild Pállsdóttir.
Liðið hjá Rakul, Ringkøbing vann á heimavølli ein sannførandi 33-26 sigur á liðnum hjá Súnu og Brynhild, Ajax. Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á. Í steðginum var Ringkøbing á odda við bert einum máli, 15-14.
Rakul hevði eitt bjargingarprosent upp á 29 prosent í málinum hjá Ringkøbing.
Súna gjørdist toppskjútti hjá Ajax við sjey málum, umframt at vinna liðnum tvey brotskøst og leggja upp til eitt mál. Brynhild skoraði eitt mál fyri Ajax í kvøld.
Føroyski landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn vunnu á heimavølli ein tepran 30-29 sigur á Ikast. Í steðginum var Keypmannahavn á odda 15-13.
Tabea Scmhid skoraði sigursmálið fyri Keypmannahavn í teimum allarseinastu sekundunum av dystinum.
Pernille skoraði tvey mál.
Alt í alt eitt gott kvøld hjá føroyingunum í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Støðan:
Nr. | Lið | Dystir | Stig |
1 | Odense | 4 | 8 |
2 | Team Esbjerg | 4 | 8 |
3 | Ikast | 4 | 6 |
4 | Bjerringbro FH | 4 | 5 |
5 | NFH | 4 | 4 |
6 | Viborg HK | 4 | 4 |
7 | Silkeborg-Voel | 4 | 4 |
8 | Keypmannahavn | 4 | 4 |
9 | Aarhus United | 4 | 4 |
10 | SønderjyskE | 4 | 3 |
11 | Horsens | 4 | 2 |
12 | Skanderborg | 4 | 2 |
13 | Ringkøbing | 4 | 2 |
14 | Ajax | 4 | 0 |